Halda rundan føðingardag á Vaglinum

Ein av røðarunum á føðingardegnum, sum verður løgmaður

Javni, sum er felagið fyri fólk við menningartarni, og teirra avvarðandi, fyllir 50 ár í hesum døgum og tað fara tey at hátíðarhalda við einum stórum útitiltaki á Vaglinum í Havn leygardagin.

 

Tiltakið er alment. Ætlanin varð eisini at hava eina stóra føðingardagsveitslu, men tey hava gjørt av at bíða við veitsluni til í heyst.

 

Føðingardagurin verður hildin soleiðis, at klokkan 14 verður skrúðgonga av skrivstovuni hjá Javna, oman á Vaglið. Og tað verður ein skrúðgonga við ballónum, klapparum, hornorkestri og íspeglum. Og á Vaglinum fara umboð fyri Javna, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at halda røðu og orkestrið, Ælabogin fer at spæla. Onnur, sum spæla, eru Danny og Ingi, Magni Christiansen og Hallur Joensen.’

 

Í sambandi við føðingardagin verður Vaglið stongt fyri bilaferðslu seinnapartin leygardagin.