Hallur Danielsen: Ísland kann bergtaka

Íslendingar hevur nógvar ungar spælarar, sum eru á veg, sigur Hallur Danielsen

HM endaspælið í mannshondbólti, sum verður spælt í bæði Danmark og Týsklandi, byrjar í dag. Í hesum sambandi hava vit spurt Hall Danielsen nakrar spurningar viðvíkjandi HM-endaspælinum.

 

Hallur Danielsen starvast til dagliga í Hondbóltssambandinum, og er eisini venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá H71. Hann ger nógv fyri føroyskan hondbólt, og fylgir eisini við í altjóða hondbólti.

 

Hvørjum landsliði heldur tú við?

Hallur Danielsen: Eg haldi við norðurlondunum. Fyrst og fremst Íslandi, men mær dámar eisini væl Danmark, Noreg og Svøríki.

 

Hvat væntar tú tær av norðurlondunum?

Eg vænti at Danmark á heimavølli fer at klára seg væl. Kanska Noreg og Svøríki røkka hálvfinalunum. Íslendingar kunnu fáa tað trupult.

 

Hvussu fer tú at fylgja við? 

Eg fari at royna, at síggja so nógvar dystir sum gjørligt, men dagliga eri eg so upptikin av hondbólti í HSF, umframt at eg eri venjari. So tað verður ofta eitt sindur trupult.

 

Er tað nakar spælari, sum tú serliga skal halda eyga við?

Eg gleði meg at síggja norðmannin Sander Sagosen, sum eg vænti verður besti spælarin í kappingini. Eisini gleði eg meg at síggja íslendska Aaron Palmarson. Báðir eru púra avgerandi fyri síni lið.

 

Er tað nakað lið, ið kann bergtaka?

Eg haldi at Ísland kann bergtaka. Íslendingar hava nógvar ungar spælarar, sum eru á veg. Spurningurin er bara um tað enn er ov tíðliga.

 

Hvørjir spælarar metir tú verða millum teir stóru til HM?

Sander Sagosen er sera avgerandi fyri Noreg, tí hann er avgerandi bæði í verju- og í álopspartinum. Serliga í álopspartinum skarðar hann framúr. Mikkel Hansen er eisini rættliga avgerandi fyri Danmark. Tá lagið er tað rætta, ber alt til hjá honum.

 

Hvør verður besti spælari í HM endaspælinum?

Tað verður norðmaðurin Sandor Sagosen. Hann hevur alt í álopspartinum.

 

Hvør vinnur HM-endaspælið?

Eg vænti at Danmark vinnur á heimavølli.