Hamferð og Sólstafir

Hamferð og Sólstafir hava konsert í Norðurlandahúsinum í oktober.

Leygardagin 12. oktober klokkan 19.30 verður konsert við Hamferð (FO) og Sólstafir (IS) í Norðurlandahúsinum.
 

Hamferð vann Wacken Metal Battle í 2012, og hevur spælt á festivalum kring Evropa í 2013. Bólkurin verður fløguaktuellur í vetur. Í sambandi við útgávuna verður Norðurlandahúsið karmur um eina serstaka pre-útgávukonsert.

Konsertin í Norðurlandahúsinum verður fyrsti møguleiki at hoyra alla komandi fløguna hjá bólkinum spælda út í eitt.

Sólstafir er tann íslendski tungmálmsbólkurin, sum hevur fingið størst altjóða viðurkenning. Bólkurin hevur bergtikið sínar lurtarar við sínum droymandi Pink Floyd inspireraða tungmálmi.

Tann seinasta útgávan hjá bólkinum, Svartir Sandar, varð heiðraðsum ársins útgáva í 2011 av fleiri týdningarmiklum tungmálmsbløðum. Staklagið av fløguni, Fjara, lá eisini nummar eitt á sølulistunum í Íslandi yvir eitt tíðarskeið.

Bólkurin hevur turnerað støðugt tey seinastu árini og m.a. spælt stórar konsertir á Wacken, Roskilde, Summer Breeze og fleiri øðrum stórum tónleikafestivalum kring heimin.