Afturvendandi tiltakið Gluggaglæmi lat upp í Norðurlandahúsinum mánadagin. Undanfarnu árini hevur framsýningin verið í Müllers Pakkhúsið, har karmurin hevur verið livandi verkstaðir og sølubásar. Í ár hava fyrireikararnir broytt konseptið nakað, so lutirnir í størri mun verða sýndir fram í ljósa og opna umhvørvinum í Klingruni, við greiðari tilskilan til listafólkið, ið sniðgivið hevur. Til ber eisini at keypa lutirnir, ið sýndir verða fram.
Elin Lindenskov, handarbeiðslærari á Háskúlanum og býráðslimur í Havn, sum setti framsýningina í gjár og Sigrið Rasmussen sang trý løg fyri mannfjøldini, ið varð møtt upp til setanina. Framsýningin verður frammi í Norðurlandahúsinum til 19. november.
Sosialurin fer at gera meira burturúr framsýningini ein av fyrstu døgunum.
Myndatekstur:
Vit á Gluggaglæmu arbeiða fyri at fáa dygdargott føroyskt handverk og listhandverk fram í ljósið, - bæði tað, ið virkað verður í Føroyum, og tað í útheiminum, ið hevur tilknýti til oyggjar okkara.