Á Suðuroyar Sjúkrahúsið hava tey havt ein CT skannara standandi í langa tíð, men hann er óvirkin, tí at tey mangla radiografar.
Tá ið fíggjarætlanin varð løgd fyri Sjúkrahúsið fyri í ár, varð ikki lagt upp fyri radiografum til endamálið.
Ætlanin var, at skannarin fyrstu tíðina skuldi rekast í samstarvi við radiografar, á Landssjúkrahúsinum. Men tað er ikki eydnast, tí tey hava ikki arbeiðsorkuna til tað, segði Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, við Sosialin hetta vikuskiftið.
Les eisini: CT skannarin manglar radiografar
Tí fara tey nú at søkja eftir radiografum og ætlanin er so at finna rúmd fyri tí á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Hvørki sjúkrahúsini, ella aðrir almennir stovnar, plaga at fígging til meir enn at fáa endararnar at røkka saman, og Kaj Leo Holm Johannesen, sigur, at hetta verður eisini ein spurningur um, hvussu sjúkrahúsið leggur fíggjarætlanina til rættis.
Men hetta er nýtt virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og landsstýrismaðurin heldur, at tað er eitt stórt framstig, at ein Suðuroyar Sjúkrahús hevur fingið ein skannara. Og hann fer at gera alt hann kann fyri at útvega sjúkrahúsinum eina fígging til endamálið, so at skannarin kann takast í nýtslu, uttan at tað verður neyðugt at skerja annað virksemi.
Men at lovað nakað kann hann ikki, og hann vil heldur ikki niður í smálutir við, hvørjar raðfestingar verða gjørdar á heilsuverkinum.
Men hann ásannar, at Suðuroyar Sjúkrahús er í eini serstøðu, tí tað er ikki landfast við Landssjúkrahúsið.
Og hann viðurkennur eisini, at tað hevur alstóran týdning, at tað ber til at útgreina ein sjúkling í einum skannara beinanvegin, áðrenn støða verður tikin til at flyta sjúklingin til Havnar, kanska í illveðri á vetrartíð.
– Tað eru eisini slík viðurskifti, vit mugu hava í huganum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Suðuroyar Sjúkrahús sendir yvir 200 sjúklingar á Landssjúkrahúsið um árið til CT-skanningar.
Skannarin, tey nú hava fingið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, nøktar 90 prosent av øllum skanningum, tey hava tørv á at gera. Og tá ið skannarin verður tikin í nýtslu, sleppa allir hesir sjúklingarnir sostatt undan at verða sendir til Havnar, tí hereftir kunnu teir skannast á Suðuroyar Sjúkrahúsi.