Odmar Berg í Runavík hevur nú keypt Hammer Shuttle, sum Hans Eiler Hammer – fyrrverandi sóknarprestur í Klaksvík – hevur bygt upp seinnu árini.
- Eg fegnist um, at nýggi eigarin lovar viðskiftafólkunum, at fyritøkan verður rikin í sama anda. Og eg ynski honum Guds signing um framhaldandi virksemið, sigur Hans Eiler Hammer við Sosialin í dag.
Sum skilst, so óttast Hans Eiler ikki, at hann fer at hava ov lítið at gera í framtíðini. Komandi vikurnar og kanska mánaðirnir verða nýttir á skrivstovuni heima við hús, og so fæst at vita, hvat spyrst burturúr, tekur hann til.