Hans Fróði Hansen gera smyrsl fyri Brandy

Hon telist millum størstu songstjørnurnar í USA nakrantíð, og hon hevur valt Hans Fróða Hansen at framleiða sítt nýggja brand. Hon hevur eisini gjørt um seg sum sjónleikari og sum modell, umframt at hon hevur framleitt tónleik og film. 29 ára gamla Brandy skal nú undir at gera sítt egna smyrsl, og hon hevur biði leirvíkingin Hans Fróða Hansen um hjálp.

Í farnu viku gjørdi Hans Fróði og Brandy eina avtalu um, at tey í felag skulu framleiða hennara nýggju smyrsl-vørur, og Hans Fróði fær ábyrgdina av at gera nýggja brandið hjá teimum báðum.

- Hetta er tað størsta, sum eg havi nátt í míni tíð í USA. Brandy er heimskend, og samstundis sum hetta í sær sjálvum er eitt stórt frambrot fyri meg, fer tað eisini at geva mær enn fleiri møguleikar í USA, sigur Hans Fróði Hansen í samrøðu við Sosialin.

 

Hans Fróði hevur seinni árini roynt at vunnið fram í USA, tað hevur bæði gingið væl og minni væl, men Hans Fróði er langt frá ferdigur sum poppsangari í Hollywood. Og við nýggjasta frambrotinum heldur hann sjálvur, at framtíðin sær sera ljós út.