Hans Fróði: Tað stendur væl til við landsliðnum

Hans Fróði Hansen var enn einaferð millum bestu menn á vøllinum

Hans Fróði Hansen hevur nú spælt tveir teir seinastu landsdystirnir í miðverjuni hjá føroyska landsliðnum. Móti Kekkia vardi hann tann langa áleyparan Vratislav Lokvenc frá Sparta Prag, og hesin hevði, eins og restin av kekkiska liðnum, sera fáar møguleikar til at vísa sítt virði.

? Teir vóru so avgjørt til at tosa við, og seinastu løtuna vóru tað vit, sum høvdu trýstið á teimum. Tað, at vit klára at trýsta eitt so gott lið sum teirra so langt aftur, stendur væl til við føroyska landsliðnum, helt Hans Fróði aftan á dystin.

? Eg sá ikki málið rættiliga ? tað kom helst av tí, at innkastið beint áðrenn órógvaði og ørkymlaði Eg hugsaði bara um mín mann, knappliga kom bólturin innfyri, og har stóð ein púra leysur. Har var ikki nógv at gera.

Hans Fróði var eitt sindur vónsvikin av kekkiska liðnum, sum hann hevði væntað sær meira av.

? Hatta eru jú fleiri av fyrimyndunum, sum allir fótbóltsspælarar hava, men eingin av teimum vísti tað stóra, segði Hans Fróði Hansen, sum nú má vera sjálvskrivaður til verjuuppgávurnar í Litavia og Skotlandi í næsta mánaði.

? Vit skiftu verjuna út aftan á dystin í Estlandi, og verjan hevur eftir mínum tykki staðið væl í teimum báðum dystunum síðani tað. Eg haldi tí ikki, at man kann vænta nakað annað til teir báðar dystirnar, sum koma nú, segði HB-maðurin, sum eftir øllum at døma hevur eina fótbóltstilveru í útlandinum frammanfyri sær.

Sum tey flestu munnu vita, var mjørki á Svangaskarði sunnudagin, og til tíðir var tað torført at síggja úr enda í annan á vøllinum. Hans Fróði Hansen helt tó ikki, at tað ávirkaði so nógv.

? Fyri mín part má eg siga, at eg eftirhondini eri vanur við at spæla í mjørka, m.a. frá Europa Cup. Men sjálvandi órógvar tað eitt sindur, tá tú ikki sært báðar endarnar á vøllinum, og tú ikki altíð sært bóltin, tá hann fer upp í luftina.

Hans Fróði var nøgdur við dystin, liðið og eisini sítt egna avrik:

? Tá mín maður ikki fær mál, eri eg nøgdur við mítt spæl, segði hann.