Hanus á heimavølli

Sunnudagin fer Hanus Johansen at hava konsert í Klaksvík

Hann verður einsamallur við gittarini. Júst sum tá alt tað byrjaði í Klaksvík í 60?unum.

Hanus Johansen, sum júst hevur hildið 50 ára føðingardag, og í tí sambandi er fløguaktuellur, fer sunnudagin at hava konsert í Klaksvík.

Tað er fløgu- og bókahandilin Leikalund, sum skipar fyri konsertini, og Hanus fer at spæla í hølunum hjá Norðoya Fornminnissavni.

Tað sleppa út ímóti 100 fólk til konsertina, og atgongumerki kunnu frammanundan keypast í Leikalund.

Nýggja fløgan hjá Hanusi Johansen, har hann spælir síni løg saman við Aldubáruni, gongur væl, og tað er í sambandi við hesa útgávuna og fimti ára føðingardagin, at Hanus aftur verður at hoyra í Klaksvík.

Konsertin verður sunnudagin klokkan 17.00.h;is reytt)


Máltindurin


Signar Johannesen AB 11

Kristoffur Vidtfeldt B71 11

Oddbjørn Joensen AB 9

Pauli Hansen Skáli 9

Egill Steintórsson VB 9

Aksel Højgaard B68 8

Kaj Roest TB 8

Jákup Olsen B68 6

Kári í Láabø VB 6

Svend Poulsen AB 6

Regin Arge B36 5

Hallur Christiansen TB 5

Eyðun Svalbard TB 5