Afturvendandi myndevni í málingunum hjá Hanusi eru føroyska náttúran, skip og bátar. Ein ávís hvíld og lætti hvíla yvir huglagnum og litsamansetingunum, sum ofta geva málningunum eitt inniligt úttrykk.
Hanus er 29 ára gamal, og arbeiðir sum timburmaður hjá Kanjon í Klakksvík. Hann hevur málað síðan 2001, tá hann fór í kvøldskúla hjá listamanninum Archibald Black, har hann síðani hevur verið við í tríggjar vetrar.
Fernisering verður fríggjakvøldið 5. mai kl 19.00, øll eru hjartaliga vælkomin.
Leikalund hevur soleiðis opið:
Mánadag-fríggjadag: 10.00-23.00
Leygardag: 10.00-13.00 og 19.00-23.00
Sunnudag: 19.00-23.00