Hanus Vann

Vinnarin av stuttsøgukappingini í samband við Listasetvnu Føroya gjørdist Hanus Kamban

 



Hanus Kamban vann stuttsøgukappingina í samband við Listastevnu Føroya 2001, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri saman við Rithøvundafelagnum, Bókadeild Føroya Lærarafelag og Útvarpi Føroya.

Hanus Kamban vann við søguni Angels Place. Dómsnevndin segði m.a. í grundgevingini, at søgan skaraåi framúr í frásøgukynstri. Hetta er søga um Liselott, sum er í Keypmannahavn. Lesarin fær at vita um fortíðina, við at telefonin ringir og boðini eru andlát heima, tað er á bygd í Føroyum.

14 søgur, av teimum 42 innkomnu handritunumm, eru komnar út í bókini Mjørki í Heilum, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gevur út.