Har krossfestu teir hann

Ein berur klettur undir eini glasplátu vísir í dag staðið, rómverjar í Júdea brúktu sum avrættingarstað til teirra, teir hildu best vera at sleppa sær av við. Hesin staður hevu síðan fingið so alstóran týdning fyri alla vesturlendska mentan, at hevði Pilatus grunað tað, hevði hann ivaleyst tikið aðra avgerð

Jerusalem
5. partur

Hetta er so staðið. Hesin heyggurin, ið hoyrt hevur verið um, síðan eg dugdi so frætt at skyna á, at eg skilti orðini. Nú verður hann skoðaður við egnum eygum. Og so er stóri spurningurin, um ímyndin svarar til veruleikan.
Og tað ger hon ikki. Í orð-um og á gjørdum myndum hevur hann staðið heldur øðrvísi, enn hetta møtið vísir. Her er ikki á sjálvum heygnum pláss fyri trimum krossum soleiðis, sum vit hoyra um. Men teir hava nokk heldur ikki verið settir upp soleiðis, sum myndirnar plaga at vísa. Rómverjarnir hava helst einki symbolskt lagt í at krossfesta nakrar brotsmenn. Og sum slíkan hava teir eisini roknað Jesus, ta tíð tað var.
Krossfesting
Evangeliini nevna bara, at Jesus varð krossfestur á Golgata. Og fólk skilja, at hetta var nakað ræðuligt, sum gjørt varð við mannin.
Kristan læran hevur síðan tikið krossin til sín sum sít symbol. tí júst í samband við hendan kross hendi tað, sum henda skuldi fyri at frelsa heimin.
Men krossfesting var ikki nakað, sum serkilt var ætlað Jesusi. Tað var ein gamal torturháttur, sum vr heilt vanligur í Miðeystri og eisini í europa, har rómverjar ráddu.
Helst stavar krossfesting frá gomlu persarunum, sum í árinum 539 fyri okkara tíðarroknin krossfestu einar 3.000 uppreistrarmenn í Babylon. Og onkur av stóru eysturlendsku kongunum gjørdi sær beinleiðis til vana at krossfesta mótstøðumenninar.
Jødiski søguskrivarin Flavius Josephus nevnir fleiri ferðir krossfesting. Soleiðis vita vit at jødiski kongurin Alexandros Jannai 104-78 fyri okkara tíðarrokning, sum eftir frásøgn Josephusar eftir øllum at døma var ein rættur lúshundur, byrjaði krossfesting í Júdea.
Eftir ein miseydnaðan uppreistur helt hann veitslu í Jerusalem sam-an við frillum sínum. Sum reint undirhald lat hann ikki færri enn 800 fariseiskar fanga krossfesta í bynum. Og meðan teir hingu har og bíðaðu eftir einum púnufullum deyða, lat hann konur og børn teirra høgga niður fyri eygum teirra.
Eisini í Rom varð krossfestin nýtt sum revsiháttur. til dømis vórðu í árinum 71 heilir 6.000 trælir, sum høvdu gjørt uppreistur, krossfestir út eftir Via Appia.
Pínan
Jesus hevur ikki verið krossfestur á nakrar tilgjørdan kross, uttan á ein planka, sum síðan hevur verið lyftur upp og negldur á eitt træ, sum hevur staðið á staðnum frammanundan. Kanska eitt livandi oliventræ, sum fornfrøðin veit, at brúkt hevur verið.
Hendurnar vórðu negldar á plankan, og tá hann var komin at hanga, vórðu beinini eisini negld í viðabulin.
Við eini ósigandi pínu hekk so hetta neyðardýrið, sum revsað varð, har og doyði spakuliga. Ivaleyst kvaldur ella kanska deyður av blóðrøppum, skelki ella onkrum tílíkum.
Hjartagóðar kvinnur - tað eru vanliga tær, sum eru tað - plagdu at vra á staðnum og geva hesum døm,du ein doyvandi drik fyri líkasum at lætta um pínuna, sum krossfestingin hevði við sær.
Jesus fekk eisini boðið hendan drykkin. Ein hermaður rætti honum hann. Men Jesus vildi ikki hava.
At beinini vórðu brotin, og eitt spjót stungið gjøgnum síðuna á brotsmonnunum, var ikki av samkenslu frá hermonnunum. Heldur mundi tað era tí, at tað nærkaðist sabattini, og best var at fáa hesi líkini av vegnum, áðrenn páskahátíðin byrjaði.
Undan krossfestingini varð Jesus lagdur undir harðan tortur, sum bara kundi enda við, at maðurin doyði.
Hjá Matteusi lesa vit, at hann varð húðflettur. Og Markus sigur frá, at hann varð sligin í høvdið við einum sevleggi.
Gamli søguskrivarin Josephus greiðir frá eini húðfletting umleið 30 ár eftir hendingina langafríggjadag. Tá varð ein maður, sum eisini nevndur Jesus, av landshøvdinganum Albinusi, sum ráddi frá 62 til 64, dømdur til húðfletting. Og hetta varð sambært Josephusi gjørt so grundiga, at »tað sást heilt inn á beinagrindina«. Tó sigur Josephus, at hesin maðurin doyði iki av hesi viðferðini.
Jesus úr Nazaret varð eftir sína húðfleinging sendur avstað við sínum egna krossi, sum helst hevur verið tvørtræið, sum hann skuldi neglast á.
At hann er honknaður undir byrðuni eftir ta viðferð, hann frammanundan hevði fingið, er einki at undrast á. Eisini vita vit, at hann, áðrenn hann varð tikin, í Getsemane var so strongdur, at hann sveittaði blóð.
Grøvin
Gravkirkjan er nevnd eftir grøv Jesusar, sum av mongum verður roinað sum mest heilaga stað á Jørðini. Og aftur her er tað galdandi, at kirkjufólk, helst í góðari meining, hava gjørt ein størri marknað burturúr.
Eg gangi frá Golgata heygnum og út á eina balkong, har eg síggi niður í annan part av kirkjuni.
Her beint undir mær liggja nøkur fólk á knæ og fram eftir grúgvu niður yvir ein flatan stein, har eisini fleiri av hesum lamunum hanga uppiyvir.
Fyri mær at síggja líkist hetta eini marmorplátu, sum løgd er í gólvið. Men so er ikki, grieðir ferðaleiðarin frá.
? Hatta er steinurin, sum Jesus varð lagdur á, meðan hann varð gjørdur klárur at leggja í grøvina, eftir at hann var deyður á krossinum, greiðir hann frá.
Tey eru ikki farin so langt frá sjálvur krossinum at gera hann kláran. Og bara nøkur fá fet hiðani er kapellið, sum bygt er yvir grøvina, hann varð algdur í. Heldur ikki í tí førinum er farið langt við líkinum. Men, sum rímiligt er. Sabbatin stóð fyri, og klokkan ehvur verið umleið trý ella so seinnapartin, tá hann andaðist, og allur heimurin skalv, so forhangið í templinum skrædnaði.
Her lá hann so lík. Maðurin, sum segði seg vera heimsins frelsara, og sum Pilatur hevði skrivað um, at hann var »Jesus Nazarenur Rex Judæorum«. Og veik og tortrúgvin sum menniskjan er, hildu fleiri, at hetta var endin.
So varð hann borin tey fáu fetini víðari til lítla hellið, sum Skriftin sigur var ogn farisearans Jósef úr Arimateu.
Tað er ikki stórt, einglakapellið, sum líkasum er ein forstova til sjálvt gravkamarið ella hellið, har Jesus varð lagdur.
Tað er ljóst inni. Nógv smá ljós brenna her. Slík, sum itjandi hava havt við sær og sett her at brenna. Tey kunnu keypast uttanfyri.
Tað ræður um ikki at sljáa høvdið í alt upphangið, meðan tú gongur gjøgnum gongina, har ilin var duravørður, tá maria Magdalena kom at hyggja at grøvini.
Og so komi eg inn í sjálva grøvina. Eitt fýrakantað rúm, sum man vera eina tveir metrar til longdar hvønn vegin ella so.
Eg kenni aftur onkran teirra, sum inni er. Tey vóru eisini við klettin á Golgata fyri løtu síðan. Ein gomul kona, ein onnur um miðan aldur, ein ung kvinna í tjúgunum og so ein smágenta. Tan unga kvinnan heldur seg líkasum eitt sindur aftan fri hinar. Tær báðar eldru og smágentan liggj aá knæ. Tær vaksnu við pannuni trýstari fawst at plátuni, har sjálvur kletturin, sum Jesu likan lá á verður sagdur at vera aftanfyri.
Tað man hava tókst hesi lítlu ío so leingi, tí hon hevur hug at órógvast. Ella kanska er tað hesin frammandi, sum ikki tykist hav asmaa tørv á bønini her við heilagu grøvina, sum ørkymlar hana. Kvinnan við síðuna av henni ? ikki omman, ið líkist eini rættiligari russikari »Babusjku«, sum vit síggja avmyndaðar ? sigur eitthvørt við gentuna, og hon leggur seg aftur fram eftir grúgvu.
Og ivaleyst hevur vitjanin her rættiliga stóran týdning fyri »Babusjku«. Hevur kanska í eitt langt lív gingið einastaðni inni í Sibiria ella onkrum øðrum slíkum staðið og longst eftir at síggja staðið, hennara egna omma hevur sagt henni frá. Og tá hon nú tykist vea komin her við kanska eini dóttir ella sonarkonu og tveimum ommudøtrum, ber ikki til at halda kenslunum aftur.
Tað ger hon heldur ikki, og tað er beinanveg hylur undir har, andlit hennara hevur hvílt niður á gravsteinin.
Og aftur má eg undrast. Ikki á tað, sum hent er, men á staðið, har tað veðru sagt at vera hent.
Tað tykir mær løgið, at ein ríkmaður sum Jósef úr Arimateu verður sagdur at vera, skal hava havt ein familjugravstað ella urtagarð her eini 70 fótafet frá einum almennum avrættingarstaði, har brotsmenn vórður hongdir upp til almenna skoðan og spott.
Heldur hevði tað sømt slíkum manni at latið sína familju verði grivna í Kedrondalinum, sum ikki er so langt hiðani, ella niðan eftir fjallasíðuni eystantil, nevnilig Oljufjallinum.
Men lítið nyttar tað at ganga og hugsa so, tí svarið er neyvan so einfalt kortini. Tað hendi so nógv hasar dagarnar, sum vit ikki fáa svarað til fulnar kortini. Vit vita, hvat vit halda um tað, og halda so fast um tað.
Tað er, sum maðurin segði á sinni, at »....det går over min forstand og langt ind i præstens«.