- Har var einki livandi

Tey 56, sum vóru við rutuflogfarinum úr Istanbul til Isparta í morgun, komu ikki vegin fram. 12 kilometrar frá flogvøllinum datt flogfarið niður

- Bjargingarliðini hava funnið vrakið, og har var einki livandi.

 

Tað vóru tey stuttu boðini, sum stjórin í Atlasjet, Tuncay Doganer, hevði til tíðindafólkini, sum vóru komin at frætta, hvat var hent rutuflogfarinum og teimum, sum við vóru. Boðini frá stjóranum vóru, at øll tey 49 ferðafólkini og manningin, sum taldi sjey, høvdu latið lív.

 

Turkiska flogeftirlitið sigur, at flogfarið hvarv av radaranum hjá flogvøllinum í Isparta, stutt áðrenn tað skuldi seta seg. Tá hevði flogskiparin biðið um lendingarloyvi, men so hoyrdist ikki meiri frá flogfarinum.

 

Nógv fólk vóru komin á flogvøllin í Isparta at taka ímóti fólki, sum vóru við flogfarinum, og fleiri teirra máttu fáa sálarliga hjálp, tá tað frættist, at flogfarið var dottið niður. Tað sama var í floghavnini í Istanbul, haðani vanlukkuflogfarið var farið.

 

Felagið Atlasjet, sum átti flogfarið, sigur, at flogfarið var í góðum standi, og at tað vóru ikki tekniskir trupulleikar, sum elvdu til vanlukkuna. Turkiski samferðsluráðharrin segði fyrrapartin, at vanlukkan skal kannast gjølla.