Hátíðarhildu drotningina á Tvøroyri í gjár

Eisini á Tvøroyri Í gjár varð drotningin hátíðarhildin í gjár

Í gjár varð tað hátíðarhildið, at Margretha drotning, hevur sitið á trónuni í samfull 50 ár. Eisini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi var tað hátíðarhildið. Har høvdu Sunrid Olsen og Anita Vibergsdóttir samlað tey eldru í Virkisstovuni á heiminum og har møttu tey so, væl ílatin klokkan 11 í gjáramorgun og á miðdegi settust við eitt vældekkað borð við fløggum og ljósum, og har tey fingu ein góðan døgverða við víni afturvið.

 

Seinni fingu tey kringlu, lagkaku, likør og kaffi og har sótu tey so nakað út á seinnapartin og hugdu at sjónvarpssendingum um Margrethu drotning og tey 50 árini á trónuni.

 

Anita Vibergsdóttir sigur, at nógv av teimum eldru eru rættiliga trúgv ímóti kongshúsinum, so hetta var ein stórur dagur hjá teimum.

 

Hon sigur, at tey royna alla tíðina at skipa fyri ymiskum sum brýtur frá gerandisdegnum hjá teimum eldru og fyri at hugna um hjá teimum, og hetta var eitt av teimum tiltøkunum.       

 

Anita Vibergsdóttir er eisini býráðslimur á Tvøroyri og á myndunum hevur Nicolette Mortensen fingið hattin Anita var í seinast drotningin var á Tvøroyri, og Anita tók ímóti henni.

 

Her eru nakrar myndir frá hugnaløtuni á Tvøroyri í gjár

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

 

 

 

 

 

 

Anita Vibergsdóttir er eisini býráðslimur á Tvøroyri og her hevur Nicolette Mortensen fingið hattin, Anita var í seinast drotningin var á Tvøroyri, og Anita tók ímóti henni