Miðflokkurin tekur hattin av fyri tykkara støðutakan og stuðlar tykkum í hesum.
Tað er syrgiligt, at Føroya bispur, sum umboðar ta almennu kirkjuna, sum flest okkara so elle so gjalda til, hevur boðið hesum bispum at prædika í Føroyum.
Fyri Miðflokkin sum partur av politiska myndugleikanum í hesum landi er støðan greið. Um fólkakirkjan so tilvitað, sum hetta bendir á, ætlar at glíða burtur frá sannleikanum, vilja vit arbeiða fyri at avtaka statskirkjuna. Ein vegur til hetta er gjøgnum arbeiðið í grundlógarnevndini.
Vinarliga
Bill Justinussen
Miðflokkurin