Tað er synd at siga, at tað hevur vignast væl hjá EB/Streymi á nýggja vøllinum í Hólmanum á Eiði.
Higartil í ár hevur liðið sjey ferðir spælt á heimavølli, og bara í fyrstu royndini – ímóti B36 – eydnaðist tað at vinna. Tá var úrslitið 3-2. So skal leggjast aftrat, at talan bara hevur verið um eitt tap – ímóti HB. Hinir fimm dystirnir eru endaðir við javnleiki.
Í dag fáa teir í EB/Streymi vitjan av 07 Vestur. Eftir fyrsta sigurin í ár, sum var á heimavølli ímóti Skála, tapti 07 Vestur 3-1 í Gundadali ímóti HB. Tað kundi boðað frá, at møguleiki er fyri, at gongdin kanska fer at venda.
Tað kemur illa við, at Gilli Samuelsen, sum hevur verið eyðsýndasti spælarin, er farin aftur til B36. Martin Tausen er burturstaddur, og Asbjørn Heðinsson er skaddur.
-Vit hava gott mót. Ímóti HB vórðu vit ikki blástir av vøllinum, og vit eru væl fyrireikaðir av fara norður til Eiðis ídag, sigur 07 Vestur venjarin Pauli Poulsen.
EB/Streymur vann á Skála fyri tveimum vikum síðani. Tað var fyrsti sigurin síðani triðja umfar:
-Lagið er gott, og vit hava havt góðar venjingar. Royndirnar siga, at tað er ofta torført hjá okkum ímóti teimum longri niðri á talvuni, men vit rokna avgjørt við møguleikanum, at tað skal eydnast at vinna, sigur EB/Streyma venjarin Heðin Askham.