Hava fingið tveir nýggjar nevndarlimur

Annar hevur verið nevndarlimur fyrr

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, hevur valt tveir nýggjar stjórnarlimir í Realin. Landsstýrismaðurin hevur valt Súsonnu Poulsen, bankastjóri í Hjelmland í Noregi, og Virgar Dahl, sjókundastjóra á Betri Trygging.

 

Súsanna Poulsen er 55 ár. Hon arbeiðir sum bankastjóri í Noregi og hevur útbúgving innan fígging. Hon hevur áður sitið í nevndini fyri BankNordik. Virgar Dahl er 63 ár. Hann er útbúgvin skipsførari og sigldi, áðrenn hann fór á Tryggingina í 1989. Virgar hevur áður sitið í nevndini fyri Realin.

 

Úr stjórnini fara Sigurd Poulsen, fyrrverandi landsbankastjóri, og Gloria Kalsø, fyrrverandi lærari á Glasi.