Hava funnið tjóvarnar á Selatrað

Løgreglan kannar nú um somu fólk hava samband við fleiri innbrot

Innbrotið, sum hevur verið í skótahúsinum á Selatrað um vikuskiftið, er nú upppklárað. Tað var týsmorgunin, at løgreglan fekk boð um, at innbrot hevði verið í skótahúsinum um vikuskiftið, har einar 4.000 krónur vórðu stolnar.

 

 

Les eisini: Hava stolið pengar frá skótunum á Selatrað

 

 

Løgreglan fekk skjótt eina ábending um, hvørjir tjóvarnir vóru og í morgun sigur løgreglan eisini, at teir eru tiknir og at málið er uppklárað. Talan er um nøkur fólk, ið eru komin til Selatraðar við bili, og hava brotið inn.

 

Men tað hava eisini verið onnur innbrot í Eysturoy í seinsastuni og løgreglan kannar nú um somu tjóvar eisini kunnu knýtast upp í tey innbrotini. Eitt nú var talan um innbrot í ein matvøruhandil á Skála og í Fofish í Leirvík, har nakarar fáar túsund krónur vórðu stolnar í hvørjum staði.