B68 STIGALEYST
Tað hevur ikki ligið væl fyri hjá toftamonnum higartil í ár. Í steypakappingini rukku teir í B68 ikki víðari úr bólkaumfarinum, og í trimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini hevur B68 einki stig fingið.
Munurin millum í fjør og í ár er stórur. Undanfarna ár var B68 fram til 16. leikumfarið við í kappingini um meistaraskapin. Nú er B68 aftast, og tískil er hugsanin um oddastríð og FM heiti avloyst av spurninginum, um tað nú fer at eydnast hjá B68 at halda fast um sessin í bestu deildini, sum teir hava átt síðani 1981.
- Tað hevur ikki gingið, sum vit høvdu vónað. Men vit hava avgjørt ikki mist vónina um, at vit skulu yvirliva í 1. deild. Úrslitini higartil hava víst, at tað ivaleyst skulu nógv stig til fyri at sleppa undan niðurflytingini. Ímóti NSÍ vóru vit óhepnir ikki at fáa stig. Tað iðra vit okkum um, men vit mugu eisini fegnast um, at spælið hesa ferð hekk betri saman, enn tað áður hevur gjørt, sigur Niclas Davidsen.
B68 formaðurin undirstrikar, at moralurin er góður.
- Viteru væl nøgdir arbeiðið, sum venjarin og spælararnir hava gjørt. Tað er ikki fyrrenn fyri einum mánað síðani, at vit rættuliga hava havt møguleika at samanspæla liðið. Tey, sum hava skil fyri sovornum, vita, at tað skal meiri tíð til enn so. Men tað gongur rætta vegin. Skála er sjálvandi favorittur, tá ið teir hósdagin koma at vitja okkum. Men vit fara at gera okkara besta. Vit royna at fáa loyvini upp á pláss, so vit kunnu brúka nýggja bulgarska álopsspælaran, men tað er ikki víst, at tað fer at eydnast. Tíbetur fingu vit sunnudagin gongd á málskjótingina, so vit hava gott mót, sigur Niclas Davidsen.