Hava ikki pláss fyri tveimum skipum

- Tað stutta av tí langa er, at vit hava ikki pláss fyri tveimum skipum meira. Andin í fiskivinnunýskipanini er at nýggir aktørar skulu sleppa framat, og tá man ynskir at nýggir aktørar skulu inn, so verður minni til teir, ið longu eru. Tað er ein sjálvfylgja.


Tað sigur Hanus Hansen, reiðari í JFK, um avgerðin, nú felagið hevur selt Sjúrðarberg til russar fyri 41 milliónir krónur. Umleið 20 mans sigldu við Sjúrðarberg.


Harumframt vísir reiðarin á, at ein minni kvota í Barentshavinum eisini hevur havt sína ávirkan á søluna.


- Tað sum forsterkar hetta nú, er at kvotan í Barentshavinum minkar samstundis. Hon minkar við 10 prosentum í 2018 og aftur við 10 prosentum í 2019. Tað forsterkar støðuna, sum vit eru.


Hanus Hansen vísir á, at sølan skal síggjast sum ein tillaging í virkseminum hjá felagnum, nú tá fortreytirnar í fiskivinnuni eru broyttar.


- Eg havi lært gjøgnum 22 ár í vinnuni, at tað nyttar einki at hava ov nógv skip til eina kvotu. At hava eitt sindur ov lítið er tað besta, tí so tjenar man optimalt. Um vit skulu hava fleiri skip, skulu tey liggja og fjasa við ymiskt, so fyribils hava vit ongar ætlanir um at keypa nakað nýtt skip, sigur Hanus Hansen.