Tveir føroyingar sita í løtuni varðhaldsfongslaðir í stórum málum um misnýtslu av børnum á internetinum. Tveir danskarar eru eisini eyðmerktir í sama máli.
Misnýtslan er framd á fleiri sosialum miðlum. Tað er serliga farið fram á Snapchat, men tó eisini á TikTok og F3. Føroya Politi hevur higartil funnið fram til 15 órættað børn í aldrinum 10 til 17 ár, men tey rokna við at finna fleiri misnýtt børn næstu tíðina. Eisini roknar løgreglan við at eyðmerkja fleiri gerningsmenn.
Teir handtiknu menninir eru millum annað skuldsettir fyri brot á revsilógina, við at hava framt blúnisbrot ímóti børnunum, at hava í varðveitslu og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av børnunum. Harumframt er ein skuldsettur fyri at hava havt samlegu við eitt barn undir 15 ár.
– Enn vita vita ikki, hvussu stórt hetta málið er, men vit hava ongantíð sæð nakað líknandi í Føroyum, segði Heri Andreasen, kanningarleiðari hjá løgregluni, við Dag og Viku í kvøld.
Her kann innslag úr Degi og Viku í kvøld síggjast.