Danska verjan hevur seinasta mánaðin kannað fleiri útlendsk skip undir Føroyum.
Færøernes Kommando sigur í einum tíðindaskrivi, at hesa tíðina hava tað veroð ímillum seks og 30 útlendsk skip undir Føroyum um dagin
Mikudagin vóru eitt nú sjey íslendsk, trý fronsk, eitt danskt, eitt enskt og eitt russiskt skip undir Føroyum
Og hendan seinasta mánaðin hevur danska verjuskipið Triton kannað eitt franskt skip, trý russisk og tvey ensk skip.
Hinvegin hevur vaktarskipið Agpa kannað eitt franskt skip, umframt trý íslendsk skip.
Somuleiðis er føroyskt sjóøki kannað við flúgvara, men heldur ikki hesar kanningarferðir hava avdúkað ólógligan fiskiskap.
Tvey fólk á sjúkrahús
Hendan seinasta mánaðin hevur danska sjóverjan flutt tvy fólk av skipum til lands á sjúkrahús.
Bæði fólkini vóru við russiska trolaranum Seymon Lapshenkov.
Talan var um eina 57 ára gamla konu, sum hevði innvortis bløðingar og um ein 63 ára gamlan mann, sum hevði trupulleikar við hjartanum.
Verjuskipið Hvidbjørnen sigldi ímóti trolaranum, sum var staddur 250 fjórðingar í ein landnyrðing úr Føroyum.
Tá ið Hvidbjørnen var nógv nær, fór tyrlan eftir fólkunum og fekk tey umborð á Hvidbjørnen. Har viðgjørdi læknin tey, ímeðan siglt varð ímóti Føroyum. Tá ið Hvidbjørnen var komin nóg nær, fór tyrlan aftur á flog og fleyg fólkini til Havnar, har tey komu á Landssjúkrahúsið.
Onki krút í
Beint fyri ólavsøku var Færøernes komando vesturi í Vágum. Løgreglan í Vágum hevði boðað frá, at ein lutur, ið minti um eina granat, varð funnin tveir kilometrar sunnanfyri Miðvág. Serfrøðingar frá Færøernes Kommando fóru vestur og teir funnu so útav, at talan var um eina enska tvey tumma granat, men at onki krút var í henni.