Hava latið 62.000 krónur til góð endamál

Kiwanis klubburin í Tórshavn hevur aftur latið pening til vælgerðandi endamál, sum í mestan mun koma børnum til góðar

Kiwanis klubburin í Tórshavn hevur í seinastuni latið pening til trý ymisk, vælgerðandi endamál.

Kiwanis er ein felagsskapur, sum hevur til endamáls at stuðla vælgerðandi endamálum.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum at savna inn pening, sum síðani aftur verður latin til ymisk endamál.

Hans Jacob Michelsen, sum er nevndarlimur í Kiwanis, sigur, at m.a. klubburin hevur nøkur afturvendandi tiltøk á skránni, eitt nú verður ein bátur burturlutaður á Ólavsøku, á jólum selja tey jólatrøð og í fleiri ár hava tey eisini skipað fyri marknaðardegi í Vágsbotni, í ár verður hann 3. juni.

Kiwanis leggur størsta dentin á at stuðla tiltøkum í Føroyum, og helst skal peningurin onkusvegna koma børnum til góða, tó at tað ikki er nøkur beinleiðis treyt.

Í seinastuni hevur felagsskapurin latið pening til trý ymisk endamál og tað mesta fór til endamál, um hevði við børn at gera.

Tilsamans eru 62.000 krónur lætnar í hesum umfarinum.

Fyrst hevur Hotel Tórshavn í Keypmannahavn fingið 32.000 krónur til at keypa ymiskt, sum kann gera uppihaldið hjá børnum eitt sindur lættari til børnini.

Tað liggja nógv børn á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, men har man tíðin mangan fella teimum long, tí umstøðurnar at stytta sær stundirnar, hava ikki verið nakað serligar.

Tí er peningurin, sum hotellið fekk, brúktur til at keypa sjónvørp, video, elektronisk spøl og annað til børnini.

Men eitt sindur av peninginum er eisini brúkast til at keypa barnavognar fyri, tí eisini har er hotellið illa fyri.

Og mánakvøldið fekk Kvinnuhúsið í Havn 10.000 krónur, sum skulu brúkast til leikur og annað, sum kann gera uppihaldið hjá teimum børnum, sum noyðast at gista har, eitt sindur lættari.

Og at enda hevur Herbergið hjá Frelsunnarherininum í Havn fingið 20.000 krónur.

Kiwain letur ikki hjálp ella stuðul eftir umsókn, tí tað eru limirnir í Kiwanis, sum sjálvir gera av, hvørjum endamálum, teir vilja stuðla.

Teir siga, at í Kiwanis siga tey, at tað verður gjølla umhugsa, hvar hjálp skal latast.

? Men tað kann ofta vera nokk so trupult, tí tað eru altíð nógv hugskot til viðgerðar hvørja ferð