Hava verið gíslar í seks ár

Missiónsfelag, sum hevur nógvar føroyingar í tænastu, heitir á kristin um at minnast tríggjar trúboðarar, sum í morgin hava verið gíslar í seks ár

Í morgin, sunnudagin 31. januar, verða seks ár liðin, síðani tríggir amerikumenn, sum vóru í tænastu hjá trúboðarafelagsskapinum New Tribes Mission, NTM, vórðu tiknir gíslar. Teir starvaðust í Panama, tá teir vóru rændir av yvirgangsmonnum, sum komu úr Colombia og fóru aftur um markið til Colombia við gíslunum.

Teir, sum vóru tiknir, virkaðu í sama trúboðarafelagsskapi sum fleiri føroyingar arbeiða í ? eitt nú Óli á Grømma Jacobsen úr Klaksvík, ið er í aðalnevndini í felagsskapunum, sum hevur fleiri enn trý túsund trúboðarar kring knøttin.

Einki hevur verið at hoyrt og sæð til teir tríggjar Dave Mankins, Mark Rich og Rick Tenenoff í hesi seks árini, men tað hava verið ábendingar um, at teir framvegis eru á lívi og verða hildnir gíslar. NTM samstarvar við politiskar myndugleikar í USA og í Suðuramerika í royndunum at fáa hesar trúboðararnar og familjumenninar leysar.

Í sambandi við seks ára dagin fyri gíslatøkuna hevur NTM heitt á øll kristin kring allan heimin um í morgin á ein serligan hátt at minnast teir tríggjar, familjur teirra og arbeiðið, sum verður gjørt fyri at fáa teir leysar aftur.