Í dag vita tey á Havsbrún í Fuglafirði at siga, at tvær landingar verða til virkið hesa vikuna.
Skipini eru Havfisk, sum hevur 2500 tons og Håkun, sum hevur 2100 tons, og bæði hava svartkjaft.
Í síðstu viku landaðu fýra skip til Havsbrún í Fuglafirði, og eisini her var alt svartkjaftur.
Skipini í síðstu viku vóru:
Polar Amaroq við 1550 tonsum, Tróndur í Gøtu hevði 2400, Hákon 2300, og Norðingur hevði 1900 tons.