Havfrúgvin á veg móti FM á veg í hálvfinaluna

5-mannafør dreingir: Vágsdreingir geva kollfirðingum kapping um næstfremsta plássið

Síðani 1973 hevur tað verið kappast um FM í kappróðri, soleiðis sum tað verður gjørt í ár. Vinnarabáturin fær sjey stig, næstfremsti báturin fimm stig, triðji báturin fær fýra stig og so víðari.

Vestmannadreingir hava vunnið allar róðrarnar higartil, teir eru sjey stig undan næstfremsta bátinum, og tá róðurin hjá dreingjunum altíð er tann fyrsti, sum tað verður kappast í, so bendir alt á, at vestmannadreingir vera fyrstu FM vinnarar í ár. Tað skal vilja heilt væl við hjá teimum, og tað skal ganga illa hjá kappingarneytunum, um Havfrúgvin longu komandi leygardag skal vinna FM, men um teir á pappírinum ikki kunnu rópa seg sum FM vinnarar, tá teir fara úr Fuglafirði, so fer sigur á varmakeldu at gera, at í veruleikanum fer eingin at kunna skala teimum.

Havfrúgvin við dreingjamanning hevur ongantíð vunnið FM síðani 1973. Frá 1964 og fram til 1972 varð skipað fyri einum FM róðri. Hann plagdi at vera eina ferð aftaná ólavsøku, og tá kundi tað koma fyri, at ein manning, sum ongan róðurin hevði vunnið á stevnunum vann FM róðurin. Hetta var hildið ikki at vera heppið, og fyri at gera spenningin í stevnuróðrunum størri var farið til skipanina, sum nú er galdandi. Undir gomlu skipanini var Havfrúgvin eina ferð FM vinnari. Tað var í 1967.


Kappingin

Tað verður nógv tosað um, at eysturoyingar lítla og onga kapping fáa í 10-mannafarsróðrinum. Størsta kappingin kemur frá vestmenningum, og tað kann væl hugsast, at teir, sum higartil hava vunnið allar róðrarnar í kappingini millum 5-mannafør við dreingjamanningum, komandi árini fara at bjóða hinum manningunum í størru bátunum av, tí teir eru fleiri av vestmannadreingjunum, sum komandi ár verða ov gamlir at rógva við Havfrúnni, og tað vil siga, at teir verða fyltir 18 ár, áðrenn 1. mai í ár 2000.

Havfrúgvin var fremst allar túsund metrarnar á jóansøku. Fyrstu løtuna fingu teir kapping frá Kolli og Drekanum, men havnardreingirnir duttu afturav, meðan vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu vóru teir drúgvastu í kappingini um næstfremsta plássið. Havfrúgvin var eina løtu leys av hinum bátunum, men á málinum var fjarstøðan aftur til Royndina Fríðu ikki ein full bátslongd.

Munurin frá Royndini Fríðu og aftur til hinar bátarnar var størri, og tað var glopp í millum Tjaldrið, sum vann seg fram á fjórða plássið, og Junkarin á fimta plássinum. Kvívíksdreingir vunnu FM í fjør, men higartil í ár hava teir verið heilt friðarligir. Tey bæði stigini, sum teir fingu á Tvøroyri, vóru tey fyrstu, teir hava vunnið í ár.