Bergur Olsen, Náttúrugripasavnið
Summarið royndist sera illa hjá sjófuglinum. So gott sum ongar ritupisur og ternupisur komu undan, og lítið kom undan av lundapisum. Havhesturin, ið higartil hevur klárað seg væl, hevði eisini trupuleikar. Í Høvdanum í Skúvoy vóru 15% færri ungar. Í Nólsoy vóru eisini færri ungar, og teir, sum vóru tiknir í berginum, vóru sera vánaligir. Teir flestu havhestaungarnir, verða tó tiknir á sjónum, og teir eru so feitir, at teir ikki fáa flogið, og kunnu tí takast frá báti við glúpi. Roknast kann tí ikki við, at stórur munur er á vektini tey ymsu árini á hesum havhestaungunum, sum ikki fáa flogið. Kortini vóru havhestaungarnir í ár 7% lættari enn fyri 16 árum síðani.
Seinir á sjógv
Av tí at færri havhestaungar eru komnir undan, var tí eisini hugsandi, at havhestaveiðan fór at vera verri í ár enn vanligt, men tað var ikki tann heilt stóri munurin. Havhestaungarnir komu eitt sindur seinri á sjógvin enn vanligt, og teir vóru kanska eitt sindur ótættari á sjónum, men teir flestu bátarnir fingu helst nóg mikið. Ongi hagtøl eru fyri havhestaveiðu, so tað eru bert leysligar metingar.
Lættari
Nógvir av havhestaungunum, ið komu undan í ár, vóru helst lættari enn vanligt, ja, so lættir, at teir kundu flúgva beinan vegin teir fóru úr reiðrinum. Teir lættastu havhestaungarnir komu tí ikki við ímillum teir, sum vórðu tiknir á sjónum og ikki fingu flogið fyri fita. Í 1988 og 1989 vigaði eg havhestaungar, sum vit tóku ímillum Barðið og Mýling, og tað samað varð eisini gjørt í ár. Miðalvektin á bøgunum í ár var 750g og á steggjunum 897g. Samanborið við 1988 og 1989 vóru havhestaungarnir 7% lættari í ár.
Steggjarnir nógv størri enn bøgurnar
Steggjarnir eru nógv størri enn bøgurnar, og tí er neyðugt at samanbera kynini ímóti hvørjum øðrum fyri at fáa álítandi úrslit. Tær minstu bøgurnar eru minni enn helvtin av einum stórum steggja (sí mynd). Kynið sæst bert við at hyggja eftir, um fuglurin hevur eistur, ella um hann hevur eggjaleiðara. Hetta er torført at síggja á ungum fugli, har eistrini bert eru o.u. 2 mm lang. Um ikki verður hugt eftir kyninum, er munurin ímillum 1988/89 og 2005 bert 4 %, men tað er tí, at vit fingu fleiri steggjar í ár enn í 1988 og 89 (ávikavist 46% og 59%).
Nógvar óvissur
Tað er torført at samanbera vektina á havhestaungum, sum eru tiknir á sjónum, tí tað eru so nógvar skiftandi umstøður, ið kunnu hava ávirkan á vektina á fuglunum, sum ein fær fatur á. Vindurin hevur helst mest at siga, tí um nógvur vindur er og óslætt, sleppa ungarnir lættari á flog undan bátinum, og tí kann hugsast, at bara teir tyngstu verða tiknir, tá ið vindur er. Ferðin á bátinum hevur eisini týdning, so at teir skjóttgangandi bátarnir fáa fatur á onkrum løttum ungum, sum høvdu sloppið undan, um báturin gekk seinri. Havhestaungarnir vórðu tiknir ímillum Barðið og Mýling øll árini, men vindurin var meira í ár, so tí hevði munurin helst verið størri enn tey 7 %-ini, um tað var minni vindur.