- Havi ikki skift stíl, bert funnið afturat

Vanliga kenna vit hann sum poppara úr bólkinum Mark No Limits, men mikukvøldið sluppu klaksvíkingar, sum teir fyrstu í Føroyum, at uppliva jazzsíðu hansara í bólkinum A Thing Called Teitur

John Johannessen


Væl av fólki hevði leitað sær í Atlantis beint eftir landsdystin mikukvøldið. Tað, ið dróg fólk út hetta kalda og váttliga oktoburkvøldið var A Thing Called Teitur, ið er tann nýggji tónleikabólkurin hjá Teiti Lassen, ið vit áður kenna úr Mark No Limits.

Tónlistarliga er væl av muni ímillum tann tónleikin, ið Teitur hevur framført saman við Mark No Limits og tann, ið hann nú framførir saman við donsku vinmonnum sínum í bólkinum A Think Called Teitur. Meðan Mark No Limits legði seg eftir at spæla harmonisk poppløg, so spælir hesin nýggji bólkurin nýggjan og gamlan amerikanskan jazz.


Fóru ikki heim

sum av torvheiðum

Sjávt um tónleikurin hetta ikki líktist tí tónleiki, ið vit eru von við at hoyra Teitur framføra, so má sigast, at fólk tóku væl undir við honum. Tað hendi í heilum, at allur salurin klappaði í miðjum lagi, orsakað av soloum og serliga vælljóðandi brotum.

Eisni dugdu allir limirnir í bólkinum væl at vera á palli. Teitur greiddi frá um tey ymisku løgini, og viðhvørt hevði hann eisini onkra stuttliga viðmerking.

Hinir í bólkinum leikaðu av øllum alvi á lóðførini, so at vit millum annað fingu høvi at hoyra nakrar framúr soloir. Tann sera hugsavnaði Søren Tang leikti framúrskarandi á bassin, meðan frálíku tónleikararnir Jeppe Tuxen og Erik Svendsen Laustsen rættuliga kýttu seg ávikavist aftan fyri klaverið og trummurnar. Serliga var tað spælið hjá Erik Svendsen Laustsen, ið ein beit merki í. Í sínum framúrskarandi soloum díkti hann so á trummurnar, at tað kundi sæð út sum stóð tað um lív.

Tað einasta, ið onkur møguliga kundi funnist at, var at Teitur stóð heldur langt afturi á pallinum. Hann stóð mestsum aftan fyri hinar tónleikararnar. Men hetta er ikki nakað, ið beinleiðis ávirkar tónlistarligu framførðsluna.

Samanumtikið, so haldi eg, at Klaksvíkingar fingu eina framúr tónlistarliga uppliving, ið kveistraði burtur úr hugaheimi teirra tað illfýsna veðurlagið, ið leikaði sítt egna lag uttafyri.


Ein onnur síða

Eftir konsertina spurdu vit Teit, um hann nú heilt hevur skift stíl og er farin yvir í jazzheimin.

- Nei, eg havi ikki skift stíl. Eg fáist enn nógv við popptónleik. Kanska takist eg meira við popptónleik, enn eg takist við jazz. Orsøkin, til at eg nú spæli jazz, er bert tann, at eg nú havi funnið eitt annað tónleikaslag, ið mær eisini dámar væl.

- Kunnu vit vænta at síggja teg á palli aftur saman við onkrum poppbólki?

- Ja, sum eg segði, so havi eg ikki lagt popptónleikin á hillina. Tískil kann tað væl hugsast, at eg komi at standa á palli aftur í Føroyum og syngja popptónleik. Men jazzurin er eitt annað slag av tónleiki, ið mær eisini dámar stak væl. Jazzur er eitt slag av tónleiki, ið er ógvuliga spennandi at spæla, orsaka av at tað er so stórt fjølbroytni í hvørjum einstøkum lagi.

- Merkir hetta fjølbroytni, at sama lagið ikki kemur at ljóða eins á t.d. konsertunum í Klaksvík og í Havn?

-Ja, tá ið vit spæla jazz, so eru soloir o.a. líknandi ikki heilt løgd til rættis áðrenn konsertina. Vit hava sjálvandi nakrar rammur at halda okkum eftir, men hvør einstakur tónleikari í bólkinum kann næstan heilt frítt royna øll síni tóleikaligu kynstur meðan konsertin er. Tað er hetta, ið ger jazzin spennandi.


Alt verður broytt

Limirnir í A Thing Called Teitur siga, at teir framføra ikki nakað av løgunum eftir einum føstum leisti, ið onnur hava gjørt. Teir siga, at teir broyta øll løgini soleiðis, at tey fáa dám av teirra egna stíli.

-Vit framføra bæði yngri og eldri løg, men hesi løgini hava øll verið á verkstaði. Vit hava putlað við teimum og roynt at vita, hvat nýtt vit kunnu fáa burtur úr hesum løgum. Tað er soleiðis, at vit geva løgunum okkara egna dám, eru allir í bólkinum samdir um.

- Eisini er eitt lag, ið vit sjálvir hava gjørt. Hetta er lagið Justine, ið er okkara stilla lag á skránni.

-Ætla tit eisini at fara at smíðja løg sjálvir?

-Ja, tað er heilt víst, at skáirnar hjá okkum seinni í tíðini koma at innihalda nógv løg, ið vit sjálvir hava gjørt. Vit hava roynt okkum við at smíðja løg, og tað ætla vit okkum at halda áfram við.


Kurt Elling

setti gongd á

Teitur greiddi okkum frá, at tað var amerikanski jazzsangarin Kurt Elling, ið opnaði jazzheim hansara. Hetta hendi meðan Teitur gekk í studentaskúla í Danmark. Tað var floksfelagi hansara, Erik, ið nú spælir trummur í bólkinum, ið gav Teituri plátuna hjá hesum sangara. Og eftir hetta, so hevur Teiur verið førur fyri at tosa við, tá ið hinir trýggir hava tosað um jazz.


At syngja er at syngja

- Teitur, er tað ikki nógv torførari at syngja jazzløg enn tað er at syngja popløg?

- Tað er kanska eitt sindur ørvísi at syngja jazz, men at syngja er hóast alt at syngja. Eg haldi, at tað er gevandi fyri poppin at syngja jazz og somuleiðis er tað gevandi fyri jazzrøddina at syngja pop.