(ROM, ITALIA) Báðar eru tær uppvaksnar í Havn. Og báðar fingur tær sær italskan mann. Uttan at vita av hvørjari aðrari hava tær báðar - helst sum tær einastu, tað vit vita um - fest røtur í Italia. Onnur í norðuritalska býnum Genova og hin í sjálvum hjartanum á Italia, Rom. Hóast onnur er um at røkka teimum seksti og hin júst er farin um tey trýati, so líkjast lívsleiðir teirra ikki sørt.
Anna Maria Sivertsen, í dag Pavia og Jeanette Pøhlsgaard, í dag Turco, valdu framtíð sín í Italia fram um heimlandið Føroyar. Og tær trívast væl, hvør í sínum parti av hesum so forvitnisliga landi, ið andar av mentan og søgu.
Fjølmiðlafólk
á ferð
Tá føroysk fjølmiðlafólk herfyri vóru á rundferð í Miðalhavinum gekk leiðin eisini til Italia. Og har setti ferðaleiðarin, Sámal Bláhamar frá ferðamannastovuni Toru Tourist sær eisini fyri at vita, um ikki onkrir fastbúgvandi føroyingar vóru at finna har. Og mín sann, um tað ikki eydnaðist at hitta tvær kvinnur úr Havn, sum hava búð í Italia í ávikavist 40 og 10 ár.
Um tær báðar er at siga, at tær fóru heimanífrá sum blaðungar og komu ikki aftur. Umstøðurnar gjørdu, at tær settu búgv í Italia.
Til Genova at arbeiða
Anna Maria Pavia er dóttur Júst og Helenu Sivertsen í Havn. Sum ung fór hon til Danmarkar at læra til barnapleyersku. Hon átti tá eina fastur, sum búði í Genova. Fasturin, Sigrid Sivertsen flutti til Italia fyri kríggið, har hon arbeiddi sum sjúkrasystur. Tann 19 ára gamla Anna Maria helt tað kundi verið spennandi at royna nakað nýtt, og fór hon til fastrina í Genova. Har arbeiddi hon á altjóða sjúkrahúsinum fyrst í eitt ár. Tá fann hon sín kærleika og giftist seinni italiumanninum Piero Pavia. Hon arbeiddi í enn eitt ár og so varð avgerðin tikin: Anna Maria fór ikki aftur til Føroya. Hennara lívsleið koma at vera í hesum frá Føroyum so fjarskotna landi. Og hevur Anna Maria búð í Genova síðani. Hon arbeiddi tey fyrstu fimm árini sum barnapleyerska. Eftir at hon fekk børn, tey eru tvey í tali, gavst hon heilt at arbeiða. Maðurin, Piero, hevur arbeitt sum bankamaður alt sítt lív og er júst pensioneraður.
Anna Maria heldur fyri, at tann fyrsta tíðin í fremmandum umhvørvi var strævin, tí hon dugdi jú ikki málið. Men tað gingu so bara nakrir mánaðir, til hon kundi tosa málið. Hóast hon í dag hugsar á italskum og bert hevur heilt lítið samband við Føroyar, so tosar hon gott føroyskt mál.
- Eg tosi ongantíð føroyskt við nakran her og eri sjáldan heima í Føroyum. Men málið havi eg so ikki gloymt, sigur Anna Maria, sum seinast var í Føroyum fyri sjey árum síðani í brúdleypi hjá bróðursoninum. Hon plagar annars javnan at vitja familju sína í Danmark.
Anna Maria er væl nøgd. Hon hevur tað gott, og henni dámar væl fólkið, hóast tað er stórur munur á lindinum hjá føroyingum og italienarum. Men um man vil tað sjálv, so venur man seg til alt, og býr man í einum øðrum landi, so venur man seg eisini til tað landið. Tað er ein spurningur um at umstilla seg.
Men hon viðgongur, at viðhvørt, so kemur heimlongsul á hana. Men tað heldur hon vera ein heilt náttúrligan part av lívinum, tá man er fluttur heimanífrá.
- Eg haldi tað er rætt og gott at leingjast eftir heimlandinum av og á.
Anna Maria er púra samd við føroysku Aimé í Athen, sum Sosialurin eisini hitti á Meðalhavsferðini. Hon heldur vit føroyingar eiga at gera meira fyri at upplýsa um Føroyar. Um so er, at vit vilja hava fleiri turistar og annars gera føroyskar vørur kendar. Og aftur her er føroyska fótbóltslandsliðið toppskorari.
-Nógvir italienarar kenna bert Føroyar frá føroyska fótbóltslandsliðnum. So í tí hava Føroyar eitt gott umboð í útlandinum, leggur hon aftrat.
Hon heldur annars, at Føroyar áttu at verið eitt upplagt land hjá italiumonnum at ferðast til. -Fólkið her í Italia dámar væl at ferðast til Norðurlond, tí har er kaldari og náttúran er so nógv øðrvísi. Eg veit, at tað er vorðið rættiliga populert millum italienarar at ferðast til Íslands, so hví ikki eisini til Føroya spyr hon.
Og eins og Aimé í Athen hevði Anna Maria í Genova fegin viljað átikið sær leiklutin sum ?ambassadørur? fyri Føroyar við m.a. tí fyri eygað at fáa fleiri turistar til Føroya. -Nú havi eg fingið nógvar brosjurur og tilfar um Føroyar frá Sámal Bláhamar, og tað fari eg so at vísa øllum teimum, eg kenni, og hvør veit: tað kundi gjørt, at onkur teirra valdi Føroyar sum næsta feriumálið.
Annars heldur Anna Maria, at Italia eisini er eitt gott land at ferðast í. Kemur nakar føroyingur um Genovaleiðina, so er hon altíð fús at hitta tey og koma við góðum ráðum um ferðing har um leiðir.
Anna Maria ætlar sær ein túr til Føroya at vitja næsta summar.
Jeanette í Rom
Nógvar hundrað kilometrar longur suðuri hitta vit enn eina føroyska kvinnu, sum fekk tokka til Italia so og so. Í italska høvuðsstaðnum býr tann 31 ára gamla Jeanette Turco (fyrr Pøhlsgaard) úr Havn. Seinastu 10 árini hevur hesin heimskendi býurin verið heimstaður hjá Jeanette. Hon veit ikki, at tað í Norðuritalia býr ein onnur føroysk kvinna - eins og Anna Maria í Genova heldur einki visti um ta føroysku Jeanette í Rom. Og hvør veit, kanska henda føroyska vitjanin fer at føta tær báðar saman fyrr ella seinni.
Eisini Jeanette veit, hvat tað vil siga at leingjast heim. Í fyrstani kendi hon seg so fremmanda í hesum nýggja landinum. Í dag tosar hon italskt sum brent og kennir seg væl millum italienarar. Henni dámar landið og ikki minst Rom. Maðurin, Mauritio, sum er italienari, starvast á einum arbeiðsloysiskontóri. Jeanette er heimagangandi - tvs. hon arbeiðir heima, har hon ansar soninum.
Meðan Anna Maria møtti italska Piero í gøtunum í Genova fyri umleið 40 árum síðani, so møtti Jeanette sínum Mauritio á Vaglinum í Havn fyri umleið 10 árum síðani.
Hann var við Norrønu og skuldi til Íslands, men mátti so steðga her í tveir dagar. Eitt kvøldið hon var biltúr í býnum steðgaðu nakrir ungir italiumenn bilinum og vildu sleppa við. Og áfast varð.
- Tað var kjerligheit við fyrsta eygnakast, sum Jeanette eitt sindur smæðin tekur til. Og so heitt varð millum tey bæði, at unga havnakvinnan tók ta stóru avgerð at flyta heimanífrá. Hon hevði tá arbeiði sum tekniskur assistentur hjá Tórshavnar Kommunu, men nú Italia kallaði, koyrdi hon í sekkin og fór av landinum.
Men tað var ikki bara sum at siga tað fyri eina 20 ára gamla havnagentu at kvetta við Føroyar og leggja leiðina til eitt heilt fremmant land at búgva. Tað skuldi eisini vísa seg at verða torførari, enn hon hevði hugsað sær. Hon var jú heilt á berum, tá hon ikki dugdi málið. Tað gingu so hálvt annað ár, og Jeanette gjørdi av at fara aftur til Føroya.
- Eg kendi meg ræðuliga einsamalla ta fyrstu tíðina og lagið var ringt. Tað kendist eisini so ógvusligt, tá fólk tosaðu, tí tað ljóðaði, sum tey altíð vóru í øðini og skeldaðust. Eg gjørdi tí av at fara heimaftur, men tað gingu bert fýra mánaðir til eg aftur fór til Rom, og har havi eg verið síðani. Jeanette og Mauritio eiga ein son.
Í dag kennir Jeanette seg mest sum ein italienara. Rom er hennara heimstaður nú, og her ætlar hon at verða verðandi. Nú fer nógv tíð til at ansa tí tvey ára gamla Ólavi. Maðurin hevur fleiri arbeiði, tað er man noyddur til í Italia, fyri í heila takið at fáa endarnar at røkka saman.
Vit hitta Jeanette longu tá skipið, sum flytur okkum runt í Miðalhavinum, leggur at bryggju í Civitavecchia, nærhendis Rom. Hon koyrir nú saman við føroyska ferðalagnum í bussi til Rom og Vatikanið. Á túrinum verður at tosað um mangt og hvat har heima og annars, hvat forvitnisligt er at síggja her í Rom.
Jeanette, sum er ein sera livandi, glað og prátandi ung kvinna er fegin um at hitta so nógvar føroyingar í ferðalagnum eru ikki færri enn níggju. Hon saknar sínar vinkonur í Føroyum, og tær og aðrir føroyingar skulu vera so hjartaliga vælkomin at vitja í Rom, er hon skjót at leggja aftrat. Tað er bara at siga frá, so finnur hon eina song. Jeanette og maðurin eiga eina íbúð saman í Rom.
Eins og tann javnaldrandi Aimé av Strondum, sum hevur fest røtur í Athen, og eins og Anna Maria í Genova bjóða seg fram til at kunna um Føroyar, so roynir Jeanette eisini at gera sítt til at fortelja vinum og øðrum um Føroyar sum ferðamannaland. Jeanette heldur ikki italienarar kenna so nógv til Føroyar, og teir, sum gera tað, nevna oftani fótbóltslandsliðið.
Umframt fótbóltslandsliðið heldur hon eisini, at Føroya sterkasti maður, Regin Vágadal er við til at gera Føroyar kendar, og tað heldur hon vera gott. Regin er nevniliga oftani at síggja í sjónvarpi í kapping við fleiri av heimsins sterkastu menn.
Tá føroyska ferðalagið takkar fyri seg og sigur Rom og Jeanette farvæl, er føroyski ferðaleiðarin Sámal Bláhamar aftur á blettinum. Hann tekur fram úr taskuni fleiri brosjurur um Føroyar og leggur Jeanette eina við at vísa tær fyri vinum og kenningum. Smílandi og glað lovar Jeanette at gera sítt til fyri at upplýsa um Føroyar.