Frá fyrsta sunnudegi í advent, 27. november, fer at bera til hjá kirkjufólki í Havn at fáa børnini ansað, meðan tey eru í kirku. Talan er um skipaða barnaansing, sum verður í hølunum hjá dagrøktini hjá Tórshavnar Kommunu í Arnesminde grannahúsunum hjá Havnar Kirkju.
Hetta er eitt hugskot, sum fólk eru komin við, ið eru von at ganga í kirkju í Danmark. Har er tað onkustaðni vanligt, at børnini verða ansað, meðan foreldrini eru í kirkju, siga Sonja Klein, prestur í dómkirkjuni, Havnar Kirkju og Bente Kjær, kirkjuráðslimur.
Tær hava júst gjørt avtalu við Tórshavnar Býráð um at læna hølini, og hevur býráðið víst ætlanini sera stóra vælvild, siga tær. Tey í Havnar Kirkju skulu útvega fólk at ansa børnunum og talan verður um sjálvboðið arbeiði.
Men hetta er altso bara eitt tilboð til foreldur. Tað skal endiliga ikki skiljast soleiðis, at fólk nú ikki kunnu hava børnini við í kirkju, tí tað eru tey vælkomin til, siga tær, og leggja stóran dent á, at talan bara er um eitt tilboð, so børnini ikki skulu halda foreldrum aftur í at fara í kirkju.
Júst hvussu stórur tørvurin er á slíkari ansing, vita tær ikki. Men fólk hava vent sær til teirra við hugskotinum, og tí hava tær í eina tíð arbeitt við tankanum, sum nú verður veruleiki.
Hóast talan er um barnaansing og ikki barnagudstænastu, so verður kortini okkurt kirkjuligt lagt í børnini hesa løtuna, tað veri seg við sangi, søgum ella øðrum.
Sonja Klein, prestur, sigur tað als ikki vera nakran trupulleika, at børnini eru við foreldrum í kirkju. Tí børn eru ymisk, og foreldur eru ymisk.
Men veruleikin er tann, at vit missa tey foreldur úr kirkjuni, sum ikki hætta sær við børnunum, og sum ikki hava nakran at ansa teimum hesa løtuna. Tað er til teirra, hetta tilboðið er, sigur Sonja Klein, sum samstundis fegnast um, at Dómkirkjan kann ganga á odda við einum slíkum nýskapandi tiltaki.