Havnarfeløgini eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Hóast HB og B36 eru á útivølli móti EB/Streymi og TB, so eru havnarfeløgini greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Bæði havnarliðini, HB og B36 eru á útivølli í morgin.

 

Klokkan 15 spælir HB móti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði, og klokkan 18.30 spælir B36 móti TB við Stórá í Trongisvági.

 

Bæði HB og B36 eru greiðir favorittar hjá veddingarfyritøkunum.

 

Oddsini upp á útisigur til HB í Hólmanum á Eiði liggja millum 1,18 og 1,21, ið er rættiliga lágt fyri eitt lið á útivølli. 

 

Oddsini upp á heimasigur til EB/Streym liggja millum 8,25 og 11,00, ið er høgt fyri eitt lið á heimavølli.

 

##med2##

 

Hóast veddingarfyritøkurnar hava brent seg av TB nakrar ferðir higartil í ár, so hava tær B36 sum greiðan favoritt til at vinna dystin við Stórá.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 1,20 og 1,26.

 

Oddsini upp á heimasigur til TB liggja millum 8,25 og 10,00, ið eru høg odds tá ein hugsar um hvussu væl TB hevur staðið seg á heimavølli higartil við einum sigri, einum javnleiki og einum teprum tapi. 

 

##med3##