Kappróður
Spell var tað, at eitt sindur av glansinum leygardagin skuldi fara av kappróðrinum, sum er meiri spennandi enn allir hinir. Áskoðarafjøldin á róðrarøkinum var farin at tynnast, og útvarpslurtararnir kring landið fingu ikki tað sama burturúr, sum teir plaga at fáa, tá ið 10-mannaførini rigga til, og tað verður bíðað eftir startskotinum.
Men millum bátsmanningarnar bilti einki. Allar seks manningarnar vóru klárar, og tað var lagt akkurát so mikið nógv fyri, sum tað plagar at vera, og sum tað eigur at vera. Á fyrra partinum av 2000 metra teininum gekk rættuliga javnt á. Tað var ongantíð leyst millum bátarnar, og munurin var millum lítil og eingin. Eina løtu hevði ein hug at stinga reingina framum hinar, og eina aðra løtu var tað ein annar.
Kappingin stóð við út eftir fjørðinum. Men á seinna partinum av róðrarteininum var kappingin ikki so stór um fremsta plássið. Havnarbáturin, sum vann á Norðoyastevnu, var aftur hesa ferðina drúgvastur. Tá ið bátarnir vóru farnir inn um túsund metra málið, hevði Havnarbáturin hug at fara eitt vet framum hinar. Reingin gjørdist til skutin, og skuturin gjørdist til eina hálva bátslongd. Eina løtu var Havnarbáturin leysur av hinum bátunum, men á málinum var munurin aftur minni.
Eysturoyingur, Nólsoyingur, Vestmenningur, Vágbingur og Hoyvíkingur vóru í stórari innanhýsis kapping. Hoyvíkingur endaði aftastur í Klaksvik. Á Skálafjørðinum tóktist tað sum um, at tað skuldi eydnast hjá hoyvíkingum at byrgja fyri, at tann søgan skuldi ikki endurtaka seg. Eina løtu á fyrsta teininum var Hoyvíkingur kanska fremstur, og hann var eina løtu millum teir fremstu. Men tá ið síðsta skotið varð latið av leygarkvøldið, var tað fyri Hoyvíkinginum, sum aftur hesa ferð var aftastur.
Munurin fram til hinar var kortini ikki størri enn so, enn at tað eigur at varðveita vónina í hoyvíkingum um, at teir nýtast ikki so at siga at halda pláss í teimum fimm kappingunum, sum eru fyri framman í hesum kappingarárinum. Hoyvíkingur var minni enn eina hálva bátslongd aftanfyri Vágbingin.
Í fjør vunnu fleiri, sum nú eru við til at manna Hoyvíkingin, nógv við Ørvi. Nú hava teir tvær ferðir roynt, hvussu tað kennist at enda aftastir. Í fjør vunnu teir, sum nú eru við til at manna Vágbingin, nógv við Smyrli. Nú hava teir tvær ferðir í hesum árinum roynt, hvussu tað kennist at kappast fyri at sleppa undan aftasta plássinum heldur enn at kappast um at vinna.
Sammett við á Norðoyastevnu var talan um stóra framgongd hjá Eysturoyingi. Eftir at Havnarbáturin eina løtu í miðróðrinum hevði verið leysur av hinum, eydnaðist tað Eysturoyinginum so at siga at fáa um endan. Eysturoyingur hevði gott og væl um stýrimannin á Havnarbátinum, tá ið bátarnir fóru um málið, og eina hálva bátslongd aftanfyri Eysturoyingin vóru Nólsoyingurin og Vestmenningurin mest sum stavn um stavn.
Leygardagin verður kappast á Sundalagsstevnuni í Hvalvík. Um tað aftur ta ferðina fer at eydnast hjá Havnarbátinum at vinna, og um tað aftur tað ferðina fer at verða soleiðis, at teir í næstu røð fara at býta um pláss soleiðis, sum teir higartil hava gjørt tað, so kann tað væl vera, at spenningurin um FM heitið ikki fer at verða serliga drúgvur.
Havnarbáturin var meistari í 2001. Tvey tey seinastu árini hevur Eysturoyingurin verið FM vinnari.
10-mannafør
1Havnarbáturin9:43:20
2Eysturoyingur9:46:19
3Nólsoyingurin9:48:06
4Vestmenningur9:48:19
5Vágbingur9:50:17
6Hoyvíkingur9:51:01