Tá ið Í menniskjum góður tokki kom út við síni frágreiðing um støðuna hjá barnafamiljum, vóru vit uttan iva nógv sum øtaðust. At vit í okkara samfelag hava 100 tals familjur, sum liva í fátækradømi hoyrir ongastaðni heima, og eigir ikki at koma fyri.
Í frágreiðingini kunnu vit lesa, at 200 av 444 familjum, sum fingu jólahjálp í fjør, búgva í Tórshavnar kommunu.
Tað er ongin ivi um, at landspolitikarir hava ábyrgdina av at støðan er so vánalig, og at onki er gjørt við henda trupulleika seinastu árini. At landspolitiski myndugleikin onki ger merkir tó ikki, at vit kommunupolitikarar bara skulu standa á síðulinjuni og hyggja at. Vit hava øll eina ábyrgd av at basa fátækradøminum.
Betri bústaðarmøguleikar
Eg fari at arbeiða fyri, at Havnin kann vera kommunan, sum allar familjur kunnu búseta seg í. Fyri at vera ein kommuna fyri øll, mugu vit fáa ein fjøltáttaðan bústaðarmarknað, so einligir forsyrgjarar, arbeiðarafamiljur og fólk við styttri og longri útbúgvingum kunnu seta búgv. Í Havn skulu øll hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað, tí mugu vit hava lestraíbúðir, lutaíbúðir, leiguíbúðir, íbúðir til støk, vardar íbúðir og eldraíbúðir o.s.v. bæði bíliga til keyps og til leigu.
Vit mugu eisini fáa fleiri sosialar íbúðir í kommununi og ein sterkari sosialan profil. Eisini er tvingandi neyðugt, at vit fáa eina betri sosiala skipan við bústaðarstuðli, til tey sum ikki hava so høgar inntøkur eitt nú lesandi og stakir forsyrgjarar.
Hjá familjum sum eru fíggjarliga illa fyri er bústaðarmarknaðurin, sum hann er í løtuni, steinur omaná byrðu, og tí mugu vit sum kommuna ganga undan og bróta uppúr nýggjum.
Matarskipan á dagstovnum
Í teimum 200 familjum, sum fingu jólahjálp og sum búgva í Tórshavn eru nógv 100 tals børn. Tað er ræðandi at hugsað sær til, at hjá nógvum av hesum børnum er tað ongin sjálvfylgja at fáa døgverða hvønn dag. Okkara størsta uppgáva sum kommuna og størsta hjartamáið hjá mær, er at skapa øllum børnum góð og mennandi kor.
Umstøðurnar hjá hesum børn eiga at standa ovast á dagskránni tá nývaldu kommunupolitikkarar fara til verka eftir valið. Eg vil í øllum førum stríðast fyri, at vit fáa betra umstøðurnar hjá hesum børnum.
Tilboðini vit hava til børn og ung eru eisini sera grundleggjandi fyri trivnaðin og menningina av okkara býi. Eitt fet rætta vegin, tá tað kemur til at bøta um umstøðurnar hjá teimum børnum sum hava tað allar trupulast, er at fyrireikað og seta í verk eina matarskipan á dagstovunum, har vit tryggja at øll børn fáa góðan og sunnan mat.
Havnin skal rúma øllum, øll skulu kunna seta búgv, liva og trívast í Havn. Vit sum bjóða okkum fram at stýra okkara býi eiga eisini at tryggja, at tey sum av ymiskum orsøkum hava ein truplan gerandisdag, fáa umstøður og tað hjálp tey hava tørv á. Ikki fyrr enn tá er Havnin fyri øll.
Tekur tú undir við hesum, set so krossin við Levi Mørk á býráðsvalinum í november.