Elin Lindenskov, býráðslimur, valevni Javnaðarfloksins - www.lindenskov.com
?????
Eg eri troytt av at hoyra fólk úr útjaðaranum leypa á Havnina. Tey áttu heldur at sæð, at Havnin er teirra trygd fyri at klára seg. Ein sterkur høvuðsstaður og eitt sterkt miðstaðarøki er besta trygdin fyri, at útjaðarin hevur tað gott. Tað er her í miðdeplinum, at arbeiðsplássini eru. Tað er her, dynamikkurin er. Tað er her í miðstaðarøkinum, at nýskapanin fer fram. Tað er her í miðstaðarøkinum, at nýggju vinnurnar, sum skulu taka yvir leiklutin hjá fiskivinnuni verða skaptar.
Tað er eisini her í miðstaðarøkinum, at hugburðurin broytist frá einum miðaldarligum fundamentalistiskum hugburði til ein opnan, demokratiskan og framskygdan hugsunarhátt.
Tað er fyrst og fremst her í Havn, at nýggja kt-vinnan tekur seg fram. Tað verður helst eisini her, at vit fara at hava miðdepilin fyri einari møguligari gen-gransking ella aðrari gransking.
Sjálvandi verður hetta í Havnini. Tí slíkar vinnur krevja, at tað eru nógv fólk við ymskum førleikum á einum staði. Tað skal verða lætt at koma saman hjá hesum fólkum. Tað er eisini neyðugt, at ein røð av tænastum eru samlaðar á hesum staði. Alt hetta hevur Havnin. Vit hava stór handilsøki, matstovur, kafe'ir, dansistøð, biograf, stóra svimjihøll og mangt annað. Jú størri ein býur er, betri grundarlag er fyri slíkum tænastum. Til dømis krevur Mc Donalds, at um tey skulu koma til ein bý, skulu minst 50.000 fólk búgva í býnum.
Grundarlagið fyri nógvum av hesum tænastum er, at tú hevur eitt opið sinnalag. Skeinkiloyvi eru neyðug, dansur og náttklubbar mugu verða loyvdir og so framvegis. Og ikki minst eiga kvinnur at verða virdar á sama støði sum menn. Taka vit valdar kvinnur sum dømi, so er tað fyrst og fremst í Havn tær verða valdar, hóast støðan kundi verið betri.
Stutt sagt, tað er her skatturin verður goldin, tað er her arbeiðsplássini verða skapt. Tað er her hugburðurin, sum er grundarlagið fyri virðisøking, er. Lat meg beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti at stuðla útjaðaranum. Men eg kundi hugsað mær, at politikararnir og fólk úr útjaðaran-um skiltu hetta, og vóru góðir við Havnina heldur enn at terrorisera hana. Minnist til: Gerst Havnin størri (gjarna við hjálp frá dugnaligum fremmandafólki), klárar Havnin seg betri. Klárar Havnin seg betri, klárar landið seg betri. So fær útjaðarin meira í stuðli.