Fyri at trygdin skal vera í hásæti til stóru Kvinnurenningina, sum verður í Havn leygardagin 22. august, verða nakrir vegir í Havnini stongdir í tíðarbilinum millum 15.30 og 17.00.
Renningin byrjar á Tórsbreyt, og síðani eru tvær rutur oman í býin. Onnur út við Strond og hin gjøgnum Gundadal. Báðar ruturnar enda á Vaglinum, har skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, og tá verður eisini drigið um teir góðu vinningarnar.
Vegirnir, sum verða stongdir, eru Norðari Ringvegur frá Áargeil og yvir á Eystara Ringveg, umframt allur vegurin yviri við Strond.
Í miðbýnum er eisini stongt á Niels Finsensgøtu, Áarvegnum, Mylnugøtu og Tórsgøtu hesa løtuna.
Tórshavnar Kommuna boðar frá, at ferðslan sannlíkt eisini verður tarnað á øðrum vegum, sum eru knýttir at stongdu vegunum leygardagin millum 15.30 og 17.00.
Sambært kvinna.fo hava yvir 1500 kvinnur meldað til Kvinnurenningina, og seinastu fáu nummurini verða seld hjá Thomas Dam fríggjadagin og leygardagin, tá tær, sum hava meldað til á netinum, eisini kunnu heinta sínar rennipakkar.