Fótbóltur
Ikki síðani Mortan úr Hørg móti dystarenda skoraði sigursmálið í 2-1 sigrinum á KÍ tann 20.apríl hevur HB funnið vegin fram til meskarnar.
Síðani hevur liðið spælt gott og væl 270 minuttir, uttan at teir hava funnið vegin fram til meskarnar.
Fyri tað nógva var orsøkin til málturkin eisini sjónlig, tá HB vitjaði í Sarpugerði.
Hóast liðið nú er samansett, so eru hornasteinarnir í spælinum fyri tað n´gova enn teir somu, sum tá GÍ gjørdi um seg. Ikki minst við kontanta spælinum, sum liðið við jarnviljanum leggur fyri dagin, og frá fyrsta bríksli hevði HB ógvuliga trupult at taka ímóti hesum.
Hóast Kári Nielsen í vanligum stíli stríddist væl, so vunnu heimamenninir flestu nærdystirnar, sum vóru á vøllinum. Tað gav eisini yvirskot til at flyta spælið longur fram á vøllin, og fleiri ferðir var upptakt til heilt vandamiklar støður framman fyri HB-málið.
Talan gjørdist tó sjáldan um meira enn tað sama. Ta einu ferðina hoppaði bólturin onkursvegna millum beinini á tveimum víkingum inni í lítla feltinum, men tað var ongan tíð so, at Tróndur Vatnhamar varð settur upp á tær veruligu royndirnar. Fyrst og fremst, tí Hans á Lag aloftast kom við alneyðugu tacklingini í júst tøkum tíma, ella eisini, tí saknurin í einum veruligum boksspælara var sjónligur hjá heimaliðnum.
Og so var um reppið, at HB legði seg á odda beint fyri steðgin, men Hendrik Rubeksen skovlaði bóltin upp um málið, tá hann brádliga gjørdist leysur við handara stólpa.
Sørir
At HB-venjarin var ónøgdur um avrikið fyri steðgin, man neyvan vera nøkur loyna.Tvær broytingar vórðu gjørdar í steðginum, og tær munaðu eisini nakað. Eisini hóast Milan Kuljic var heppin, tá dómarin dømdi hann fyri at hava brúkt álbogan í nærdysti, men onkursvegna kom til ta niðurstøðu, at hetta bert skuldi kosta gult.
HB var nú betur við í dystinum, og tó at gøtumenn framvegis høvdu trýstið, so var meira broddur í gestunum. Fleiri ferðir komu teir væl yvir kantarnar, men Geza Turi hevði aloftast tak á innleggunum.
Ikki fyrr enn móti dystarenda kom veruligt glið á. Stutt fyri at hann varð útskiftur, var Andreas Lava Olsen á leið tveir sentimetrar ov stuttur eftir innleggi. Kári Nielsen átti gyltan møguleika fyri gestirnar, tá hann sendi returbólt á tvørtræið, og Hanus Jacobsen, Finnur Justinussen og Rógvi Poulsen áttu allir góðar royndir seinastu løtuna.
Men trupulleikarnir við at finna málið vóru framvegis ov eyðsýndir hjá báðum pørtum. Og so endaði alt á júst sama hátt, sum tað byrjaði. Nevnliga málleyst.
Vanta broddin
Hjá HB er sjálvandi positivit, at teir hava hildið málið reint nú í níggju av tíggju teimum seinastu hálvleikunum. Men tað er ikki serliga nøktandi, tá mál ikki verða skotin. Og tað verður væl fyrst og fremst hetta, sum venjarin eigur at leggja dentin á komandi dagarnar. Kanska eisini við stuðuli av Andrew av Fløtum, um hesin sleppur av við argandi skaðan.
Hjá Víkingi hevur eisini verið trupult at finna rætta frymilin fram til mótstøðumálið. Men í størri mun tykist hetta at botna í sakninum í einum veruligum boksspælara. Onkur tók skemtandi til, at fólk nú eru farin at leita eftir Christian Lundberg. Spæliloyvið hjá dananum er nevnliga enn í Gøtu, men tó at tað neyvan verður við honum, at Víkingur styrkir seg, so vildi hann verið júst rætta typan, sum kundi skotið liðið longur upp eftir talvuni.
---
Fakta um dystin
Víkingur-HB 0-0
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi – Kaj Ennigarð, Atli Gregersen, Niclas Niclasen, Hanus Jacobsen – Símun Louis Jacobsen (Sverri Jacobsen, 75.), Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Magnus Skoralíð – Andreas Lava Olsen (Finnur Justinussen, 70.), Zoltan Bukzegi
Gult kort: Eingin
HB: Tróndur Vatnhamar – Mortan úr Hørg (Pætur Jørgensen, 71.), Hans á Lag, Fróði Benjaminsen, Poul Thomas Dam (Rasmus Nolsøe, 46.) – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Ólavur S. í Ólavsstovu (Milan Kuljic, 46.), Rógvi Poulsen – Christian Høgni Jacobsen, Hendrik Rubeksen
Gult kort: Milan Kuljic