HB er av álvara við í kappingini um europeisku plássini, og tað er ikki ósannlíkt, at HB verður partur av fleiri liðum, sum síðsta triðingin av kappingini fara at kappast um FM heitið.
Tað er greitt, nú HB í góðveðrinum í kvøld vann 2-0 í Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 1-0. Storm Pettersen legði beinanvegin gestirnar á odda. Tað var eftir deyðbólt og sera lítið sannførandi verjuavrik, at norski álopsspælarin var knappur og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
HB legði bragdliga fyri, og fyrsta lítla hálva tíman vóru gestirnir leikliga omaná.
KÍ tóktist hava fingið skeiva beinið úr seingini eftir ferðina suður í hitan í Póllandi. Tað vóru nógvar skeivar sendingar, og tað vóru fáar renningar. Sum fyrri hálvleikur leið, gekk meiri fyri seg á HB hálvuni, men tað var sera sjáldan, at talan var um KÍ málmøguleikar. Páll A. Klettskarð vr um reppið úr stuttari fjarstøðu, og Jóannes Kalsø Danielsen sendi úr góðari støðu bóltin skeivu megin stólpan.
HB misti í fyrra hálvleiki Storm Pettersen og so Áka Johannesen, ið varð skaddur, tá ið KÍ taklaði hann, meðan bólturin var á veg av baklinjuni.
KÍ misti í fyrra hálvleiki Gilla Rólantsson Sørensen, og so varð Deni Pavlovic, sum var ein av ikki serliga nógvum heimamonnum, ið vísti støðið, sum hann plagar at gera, fluttur aftur í miðverjuna.
Sum seinni hálvleikur leið, var KÍ alt meiri á bóltinum. HB dugdi væl at verja, og tá ið KÍ síðstu 20 minuttirnar spenti álopsbogan, kom tað fyri, at HB var vandamikið í skjótum mótálopum. Og tá ið 13 minuttir vóru eftir, var tað innskifti Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í tóma málið, eftir at Heini Sørensen hevði spælt hann leysan.
HB sigurin ber við sær, at HB hevur 30 stig og er undir liðini á B36. Tað eru tvey stig fram til Víking og fýra stig fram til KÍ. Soleiðis sum gongdin og avrikini hava verið seinastu fleiri ferðirnar, so er einki forgjørt í at ímynda sær, at HB er á veg ímóti heiðursmerkjaplássi og meiri enn tað.
Næsta royndin hjá HB verður sunnudagin, tá ið B68 verður gestur í Gundadali.
Troyttu klaksvíkingarnir mugu rinda møðina og royna at reisa seg, tá ið teir hóskvøldið fara at royna seg í UEFA Europa League, tá ið mótstøðuliðið verður pólska Lech Poznan.










