HB fingið nýggjan áleypara

Betri deildin menn: HB hevur fingið tilgongd av fyrrverandi donskum U-landsliðsspælara

HB hevur í kvøld gjørt sáttmála við 25 ára gamla danska áleyparan Jakob Johansson. Hann hevur spælt í fleiri feløgum í donskum fótbólti og seinast við FC Helsingør.

 

Hann er uppvaksin í Hvidovre og FC Norðsjælland, og hevur umboðað Randers FC, HB Køge og Fremad Amager. HB hevur í eina tíð leitað eftir nýggjum spælarum. Við hesum hevur HB Mikkel Dahl, Dávid Reynheim og Jakob Johansson, sum eru áleyparar.

 

HB spælir sunnudagin móti NSÍ.