Skal metast eftir hagtølunum, so er lítið, sum bendir á, at KÍ skal steðga góðu gongdini, sum HB er komið í eftir fyrstu laku umførini. Av seinastu tíggju dystunum móti KÍ í Havn hevur HB vunnið teir sjey. Seinasti KÍ sigurin skal finnast í 2001, tá KÍ vann eina spennandi uppgerð við 2-1.
Hitt oddaliðið, Skála, hevur ongantíð fyrr fingið stig móti GÍ, tá liðini hava hitst í bestu deildini. Men tað er tó mangt, sum plagdi at venda niður, sum vendir upp á Skála í hesum døgum.
Runavíkingar taka móti EB/Streymi, og her hevur NSÍ hvørja ferð fingið fult, og so er spurningurin, hvørt tað eisini fer at henda hesaferð.
Seinastu tveir dystirnir tykjast rættiliga javnir, um metast skal eftir hagtølunum. Í Vági stendur mest sum á jøvnum millum VB og B36, sum bæði hava vunnið tríggjar dystir í part seinastu tíggju árini. Vert er tó at leggja til merkis, at seinasti B36 sigurin er afturi í 1997, og at teir tríggir VB-sigrarnir eru fingnir til vega seinastu fýra árini.
Og eisini í Fuglafirði benda hagtølini á ein javnan dyst. Her er seinastu dysturin millum liðini tó afturi í ?99, men hóast hetta, so bendir eisini verandi stigatalvan á, at talan verður um javna uppgerð.
Sum vant, so sýnir talvan, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini um vikuskiftið hava hitst í tilsvarandi dystunum seinastu tíggju árini.