HB hevur verið á fundi við Dalibor

Betri deildin menn: Leiðslan í HB hevur álit á Dalibor Savic, eftir at hjálparvenjarin segði upp

Mynd: (Tróndur Arge) Dalibor Savic, venjari hjá HB

Tað hevur verið rokaligt í HB-húsinum seinastu tíðina. Í gjár var kreppufundur og úrslitið er at Dalibor Savic enn er venjari hjá HB. Hann sigst verða komin undir trýst, eftir at Jákup Martin Joensen, hjálparvenjari, legði frá sær eftir bara nakrar mánaðir í starvinum.

 

Ransin N. Djurhuus, formaður í HB, segði við In.fo fyrr í vikuni, at leiðslan í felagnum fór at hava ein fund um støðuna. Tann fundurin var í gjár og niðurstøðan er, at leiðslan í HB hevur álit á Dalibor Savic.

 

- Vit hava álit á venjaranum, sigur Ransin N. Djurhuus, sum ikki hevur fleiri viðmekringar.

 

HB skal mánakvøldið spæla móti B36 í landskappingini. HB vann sannførandi 4-1 á B68 í fyrsta umfari. Síðani hava bæði 2. umfar og 3. umfar verið útsett.

 

Mynd: (Tróndur Arge) Dalibor Savic, venjari hjá HB