Flaggdagin hevði KÍ møguleika at fáa fótbóltshugaðu klaksvíkingarnar og norðoyingarnar at toga flaggið í fulla stong. Ikki bara tí tað var 25. apríl, men eisini tí teirra fótbóltsflaggskip hevði vunnið seg upp á toppin í EFFO deildini. Treytin var, at KÍ vann á heimavølli ímóti HB. Tað sá leingi gott út, tí KÍ var frammanfyri bæði 2-0 og 3-2. Men í síðstu minuttunum vendu FM favorittarnir øllum, tá ið landsliðsspælararnir Símun Samuelsen og Fróði Benjaminsen skoraðu, og harvið vann HB 4-3 og er framvegis ósigrað í Klaksvík síðani 2005.
Gestirnir høvdu betri tak á samanspælinum, meðan KÍ helt fram við undirhaldinum og ikki so væl skipaða taktiska spælinum, sum frammanundan var at síggja í javnleikunum á heimavølli ímóti EB/Streymi og á útivølli ímóti ÍF.
Tað var tó merkisvert, at tá ið HB skoraði avgerandi málini, so var tað ikki eftir uppspæl í eyðkenda stílinum, men heldur eftir long spørk fram í KÍ brotsteigin, har gestirnir í avgerandi løtunum vístu seg at vera stinnari mann ímóti manni enn heimaverjan.
– Troyttandi ferð eftir ferð at missa leiðsluna. Vit eru við til at mynda undirhald, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, staðfesti liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum tosaði vegna alla ta vónbrotnu KÍ leguna.
Sunnudagin bar betri til hjá KÍ, sum á heimavølli vann 5-2 ímóti 07 Vestur. Uppskriftin var tann sama sum undanfarnu ferðirnar, og tað var um reppið, at tað eisini hesa ferð kostaði stig. Eftir 2-0 KÍ leiðslu skoraði Camara tvær ferðir fyri 07Vestur, og hann misnýtti ársins møguleika við úr stuttari fjarstøðu og púra leysari støðu at senda bóltin í stólpan.
So vísti tað seg, hvør týdningurin er at hava gott fólk á beinkinum. Fram ímóti dystarenda vórðu Heðin Klakstein og Henry Heinesen settir inn á KÍ liðið, og teir vóru báðir millum málskjúttarnar.
Merkisvert er tað, hvussu málsøkin Heðin Klakstein er. Bæði í fjør og aftur í ár eru minuttirnir á vøllinum ikki so nógvir, men skjóti og snildi ungi maðurin dugir at fáa úrtøku burturúr.
Serfrøðingar
í javnleikum
Albert Ellefsen og hansara menn hava fingið úrtøku burturúr tríggjar tær seinastu ferðirnar. Kortini er ÍF longri burtur frá toppinum nú, enn tað var fyri stórari viku síðani. Tað kemst av, at úrslitið tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur verið javnleikur.
Á heimavølli næstsíðsta sunnudag var 0-3 ímóti KÍ snarað til 3-3 eftir einari ikki so langari løtu, og hósdagin varð 0-2 í Trongisvági fram ímóti dystarenda vent til 2-2. Tað boðar frá góðum morali, og í báðum førum var ein partur av uppskriftini, at Bartal Eliasen varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, har hann skoraði.
Í gjár megnaði ÍF aftur at svara aftur, eftir at Rasmus Dan Sørensen, sum hevði avloyst skadda Lukasz Cieslewicz, hevði lagt B36 á odda í Gundadali.
Í báðum ÍF førunum var Øssur Dalbúð málskjútti. Í løtuni tykist Dalbúð maðurin at vera vandamiklari í fremstu røð enn Clayton Soares, sum í fjør var toppskjútti hjá ÍF. Øssur Dalbúð hevur higartil skorað fimm mál, meðan Clayton Soares er skrásettur fyri at hava skorað tríggjar ferðir.
Í gjár megnaði ÍF ikki at halda tørn um leiðsluna. Sjey minuttir undan leikloki umsetti Róaldur Jacobsen brotsspark til mál. Aftur hesa ferð var Rasmus Dan Sørensen uppíblandaður, tí tað var hann, sum tiltuskaði heimaliðnum brotsspark. Hann er við at mennast til fullgóðan álopsspælara í staðin fyri Jákup á Borg og Lukasz Cieslewicz, sum støðugt eru darvaðir av skaðum og harvið ikki eru førir fyri at gera nyttuna, sum tað hevur verið roknað við, at teir skulu gera.
Úrslitið ber við sær, at bæði B36 og ÍF teljast millum tey, sum renna fyri at fáa fatur á KÍ og næstfremsta plássinum. Hjá B36 kundi tað havt verið uppaftur betri vorðið, men flaggdagin megnaði liðið ikki at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti AB, sum annars einki stig hevur fingið higartil. Tá var úrslitið 1-1.
Útpurrningin
Í løtuni er sera ilt at ímynda sær, at KÍ ella nakar annar skal røkka HB, sum hesa seinastu stóru vikuna hevur vunnið 9 stig á heimavølli ímóti Víkingi og á útivølli ímóti KÍ og NSÍ.
HB venjarin Oddbjørn Joensen kennist hava alt størri sjálvsálit:
– Um vit arbeiða hart og miðvíst, so eiga vit hvørja ferð at hava góðan møguleika at vinna, um tað so er á heimavølli ella á útivølli. Vit hava framúr gott fólk, eisini á beinkinum.
Harvið kennist tað, at málleysi javnleikurin á heimavølli ímóti 07Vestur var ordulig útpurring!
Víkingarnir í tómgongd
Flaggdagin meiri enn hálvkiksaði Víkingur, tá ið úrslitið í Sarpugerði var 2-2 ímóti uppflytarunum í 07Vestur, sum vardu væl og dugdu stak væl at vinna úrtøku burturúr fáu møguleikunum. Hetta var undirstriking av, at seinasta stóra vikan ikki roynst væl hjá Víkingi.
Tað er serliga á útivølli, at tað skerst syndarliga illa. Higartil hevur Víkingur spælt tríggjar ferðir á útivølli. Úrslitini eru 4-0 tap ímóti B36, 3-0 tap ímóti HB, og í gjár taptu víkingarnir 1-0 ímóti TB við Stórá. Hesa ferð var ikki talan um so stóran mun sum tær báðu ferðirnar í Gundadali, men tað kostar nógv at fáa eitt mál ímóti, tá ið tað í løtuni kennist vera meiri enn torført hjá Finni Justinussen og liðfeløgunum at finna meskarnar á útivølli.
Næstu ferð verður avbjóðingin KÍ í Sarpugerði. Tá fer at verða telvað um næstfremsta plássið.
Eftir blíðan byr og fulla úrtøku tríggjar ferðir á rað rak tað í gjár ikki við hjá NSÍ, sum legði rygg til 4-0 heimatap ímóti HB.
– Tað er dýrt at missa lyklaspælarar beinanvegin, og sjálvandi ávirkar tað, staðfesti Abraham Løkin og sipaði til, at í 1. hálvleiki noyddust framsta álopsessið Klæmint A. Olsen og tryggi aftasti skansin Klæmint A. Olsen skaddir av vøllinum. Hóast Klæmint A. Olsen orsaka av sjúku ikki var við flaggdagin, so megnaði NSÍ at vinna 2-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Ta ferðina var Magnus Olsen fremsti maður í álopinum, og hann kvitteraði fyri álitið við at skora bæði málini.
TB og EB/Streymur fingu gott hál
Í botninum eru nú uppflytararnir úr 07Vestur og AB. Serliga hjá argjamonnum sær tað svart út. 1-1 í Gundadali flaggdagin ímóti B36 er í dag av álvara horvið í tennislúsinginum 6-0 við Margáir í gjár. Sorin Anghel var ikki við ímóti gomlu liðfeløgunum. Síðsta korterið datt korthúsið fullkomuliga saman, tí tá skoraði EB/Streymur tríggjar ferðir. Síðani Arnbjørn Hansen varð skaddur, hevur Rúni Nolsøe roynt at funnið rættu uppstillingina í álopinum. Hesa ferð var Leif Niclasen fluttur av vongverjanum í vinstru og fram í álopið, og tað loysti seg, tí Leif skoraði tríggjar ferðir.
Sámal Erik Hentze, AB venjarin, sigur, at hansara lið fer ikki at flyta niður. Næstu ferð skal AB vestur í Vágar. Hóast tað framvegis eru nógv stig eftir at spæla um, so munnu argjamenn kenna ikki sørt, at teir hava knívin á barkanum. Camara og Tór-Ingar Akselsen borga fyri tyngd í 07Vestur álopinum. Trupulleikin er sum so ofta hjá teimum í niðara enda, at liðið ikki hevur somu styrki á øllum plássum. Tað svíður nógv, at Tehé Aristidé er leikbannaður.
Hjá EB/Streymi kom tað væl við, at Marni Djurhuus, sum man vera ein tann stinnasti miðverjin av øllum, aftur var tøkur. Leygardagin var veteranurin Egil á Bø í miðverjuni á næstbesta EB/Streyma liðnum. Tað er møguleiki fyri, at hann seinni í summar aftur verður at síggja á besta liðnum.
TB og Hans Fróði Hansen hava aftur og aftur sagt, at málið er at sleppa undan niðurflytingini. Tað er langt ímillum, atTB í bestu deildini seks ferðir á rað fer av vøllinum við úrtøku. Soleiðis hevur tað verið seinastu vikurnar. At liðið framvegis er niðarlaga á støðutalvuni kemst av, at tað gongur ikki so væl at vinna fulla úrtøku. Í fýra av hesum førunum hevur úrslitið verið javnleikur. Flaggdagin var tað vónbrot á stokkinum at missa sigurin ímóti ÍF, sum liðið tóktist hava kós ímóti. Í gjár megnaðu tvøramenn at halda tørn um 1-0 leiðsluna, sum fíni framherjin Poul Ingason hevði givið teimum ímóti Víkingi, og harvið eru tað fýra stig niður til strikuna undan vitjanini í Gundadali, tá ið TB skal royna at megna tað, sum eingin higartil hevur víst – at vinna á suverena toppliðnum HB.