HB skal nú spæla tvær ferðir um vikuna

Heimadysturin ímóti NSÍ í kvøld er tann fyrsti av seks dystum fram til landsliðssteðgin, ið verður fyrst í oktober

HB er á fjórða plássi, og NSÍ er á fimta plássi. Í kvøld klokkan 19 bresta hesi bæði liðini saman á ovara vølli í Gundadali. Tey hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í fyrsta umfari vann HB 5-2 á heimavølli, og í 11. umfari endaði tað við málleysum javnleiki í Runavík.

 

Tað er mest sum greitt, at HB og NSÍ fara at hittast tvær ferðir aftrat í ár. NSÍ hevur vunnið seg í hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið, og um tað eydnast HB í fjórðingsfinaluni at vinna á útivølli ímóti B71, so fara HB og NSÍ at hittast í tveimum dystum, har málið verður at vinna seg í steypafinaluna. Hálvfinalurnar vera 20. og 27. november.

 

Steypafinalan verður leygardagin 4. desember, og tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri HB og NSÍ at vinna seg í steypafinaluna og vinna steypakappingina fyri at vinna pláss í Europa næsta summar.

 

Trý tey fremstu í landskappingini vinna rætt at vera við í Europa, og um eitt av hesum trimum vinnur steypakappingina, so verður tað eisini pláss fyri nummar fýra í Europa.

 

Hjá HB er Mads Bo Mikkelsen skaddur, meðan Samuel Johansen Chukwudi er tøkur aftur eftir langan skaðasteðg. Hjá NSÍ er Tórður Thomsen framvegis skaddur, og Pætur Turiðarson Skipanes er tøkur aftur eftir at hava gingið við brotnari hond.

 

Næstu vikurnar verður tað stutt millum dystirnar hjá HB. Mikukvøldið verður útsettur landskappingardystur í Fuglafirði, sunnudagin fær HB vitjan av EB/Streymi, annað mikukvøld verður fjórðingsfinala á Sandi, so skal HB spæla landskappingardyst í Trongisvági. Tað verður sunnudag og mikukvøldið 2. oktober verður útsett grannauppgerð í Gundadali.