LØGMANSSTEYPIÐ
Einki er avgjørt enn. So plagar sparikassamaðurin í Klaksvík at taka til í summum av mongu fínu sendingunum, sum hann hesi seinastu árini hevur verið meistari fyri í útvarpinum. Og skal haldast fram í kjalarvørrinum hjá honum, so er næsta staðfestingin, at tað er sera, sera, sera sannlíkt, at HB verður annar parturin í steypafinaluni. Eftir 1-1 í fyrru hálvfnaluni verður tað VB, sum skal leypa á, tá ið seinna hálvfinalan verður á skránni fyrsta vikuskiftið í juli. Um tað fer at enda málleyst ta ferðina, so verður HB samantaldur vinnari, tí teir hava skorað á útivølli.
VB var í Gundadali fyri stórari viku síðani. Ta ferðina endaði tað 2-1 til heimaliðið í uppgerð, har tað var nógv upp og niður. HB kundi rudduliga havt avgjørt í fyrra umfarinum, og eftir steðgin var VB omaná, áðrenn HB fekk sigursmálið.
Í Vági var fótbóltsspælið sunnudagin einki serligt. Hetta var fyrsta royndin á nýggja undirlagnum, sum kortini ikki verður tikið alment í nýtslu fyrrenn nú leygardagin, tá ið VB fer at fáa vitjan av ÍF. Vøllinum bilar einki, men vindurin út eftir vøllinum argaði so mikið, at tað var torført at fáa tak á bóltinum. Tískil var tað nógv aftur og fram, og ofta gjørdu spælararnir tað uppaftur meiri torført fyri seg sjálvar, tá ið teir royndu at senda langar og høgar sendingar í staðin fyri at halda bóltinum niðri á nýggja og óslitna vøllinum.
Úrslitið var 1-1. Upp á allar mátar var talan um gott úrslit fyri HB. Meistaraliðið hevði vindin undan í fyrra umfarinum, tá ið VB stutt undan steðginum legði seg á framum. Uppskriftin í sovornum líkindum plagar at vera at royna nógv við skotum úti frá og at vera klárur at fanga bóltin, um málverjin ikki megnar meiri enn at hálvbjarga. Soleiðis var tað ikki hjá HB hesa ferð. Hóast teir á miðvøllinum hava fínar skjúttar, so sást tað millum lítið og einki til hetta hesaferð.
VB setti hol á, tá ið tað bara restaði ein lítil løta av fyrra umfarinum. Í einstøkum førum hevði talan verið um næstan møguleika, men talan var um fyrsta møguleikan, tá ið Mindaugas sneiddi framvið Poul Næss Joensen og setti bóltin í HB málið. Hann hevði fingið tamarhald á langari sending og slapp undan nýggja landsliðsmanninum og miðverjanum, Vagni MohrMortensen, sum fór um koll, tá ið teir báðir kappaðust um bóltin.
HB menninir vóru heilt uppøstir. Teir hildu seg vera vísar í, at Mindaugas hevði givið teirra manni eitt skump, og at tað var orsøkin til, at landsliðsmaðurin var farin um koll. Men dómarin og linjudómarin stóðu við sítt. Tað líkaði ikki Vagni Mohr Mortensen, sum segði sína hjartans meining um hetta og harvið tiltuksaði sær gula kortið.
Dómarin aftur í miðdeplinum
Útgangsstøan hjá VB tóktist vera góð undan seinna umfarinum. Teir vóru frammanfyri, og nú vóru tað teir, sum høvdu vindin undan. Men VB megnaði ikki at seta HB undir trýst. Heldur vóru tað gestirnir, sum høvdu væl betri hugburð. Miðvøllurin arbeiddi sera væl, vágbingarnir tóktust tungir og ikki so væl upplagdir, og tað lá í luftini, at um eitt mál fór at koma afturat, so fóru tað at verða gestirnir, ið fóru at fáa tað, og so var.
HB fekk brotsspark, tá ið ein tími var farin, og tann dómin vóru vágbingar ikki nøgdir við. Heðin á Lakjuni setti ferð á móti VB brotsteiginum, og vongverjin í høgru hjá VB, Mortan úr Hørg, taklaði. Heðin fór um koll, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Vágbingar vóru í øðini, tí teir vildu halda, at teirra maður hevði taklað bóltin og ikki mannin. Dómarin stóð við sítt, og Vagnur Mohr Mortensen fekk uppgávuna at royna at seta bóltin framvið Bjarna Johansen. Tað eydnaðist. Hjá summum verður tað mett sum framúr brotsspark, tá ið bólturin fer umvegis stólpan og í málið, og hjá øðrum verður tað mett sum hálvkiksað og ov tepurt. Hvussu var og ikki so skoraði Vagnur.
Vágbingar royndu at trýsta síðstu løtuna, men teir høvdu hvørki hugflog ella tyngd at fáa málið, sum kundi havt við sær, at teir í útgangsstøðuni kundu havt verið eitt sindur verjukendur í Gundadali. Nú er tað HB, sum hevur fatur í langa endanum, og VB skal vísa seg frá síni bestu síðu, um teir skulu vinna finaluplássið, sum teir ikki hava átt síðani í 1997. VB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani í 1974. HB hevur ikki vunnið síðani í 1998. Harvið eiga teir ikki enn nakran lut í Løgmanssteypinum, sum tað hevur verið spælt um síðani í 1999. HB hevur tapt tvær finalur um hetta steypið ? í 2000 ímóti GÍ og í 2002 ímóti NSÍ.