Tað hevði undan dystinum gingið sum eftir ánni hjá KÍ, og við fýra sigrum á rað vóru teir við at blanda seg upp í oddastríðið. Meðan hýrurin var góður í KÍ-leguni undan dystinum, so var hann kanska so sum so í HB-leguni, eftir at teir nakrar dagar frammanundan ruku úr steypahálvfinaluni og í Effodeildini høvdu tapt tveir dystir á rað.
Stórspæl hjá HB
Fyrstu 10 minuttirnar var leikgongdin jøvn og serliga HB gjørdi nógv lítil fríspørk, sum gav KÍ møguleikan umvegis deyðbóltar. Teimum spurdist tó einki burturúr, og eftir einari javnari løtu var tað HB, sum setti seg á dystin og leyp hvøkk á KÍ.
Í 14. minutti fær HB nevniliga brotsspark, tá ið Símun Samuelsen verður spældur leysur í vinstru, tuskar undan Sørmundi Kalsø, sum í eini roynd at takkla bóltin bara fær mannin, og ikki letur tað vera nakran iva hjá dagsins dómara, Eileri Rasmussen. Hóast HB hevur misnýtt eina ørgrynnu av brotsspørkum í ár, so eydnaðist tað hesaferð. Fróði Benjaminsen sendi skotið úr 11 metrum í mál til 1-0.
Tað gekk bara ein hálvur minuttir, og so hevði HB økt til 2-0. Christian R. Mouritsen spældi Jógvan S. Nolsøe púra leysan, og einsamallur við málmanninum sveik hann ikki. KÍ-verjan sá alt annað enn trygg út í hesi støðuni, og hetta gjørdi hon eiheldur eftir einum lítlum hálvum tíma, tá ið Rógvi Holm stútaði eitt hornasparksinnlegg í málið til 3-0.
Skipanin á KÍ-liðnum var ikki til at fáa eyga á, og eitt sera væl leikandi HB-lið, har bæði stuttar og langar spælingar sótu beint í skápinum, fekk klaksvíkingar at sýnast vilstir í Havn.
HB kundi væl havt økt um leiðsluna undan hálvleikinum. Eitt nú var HB tríggir ímóti tveimum í einum mótálopi, sum Andrew av Fløtum punkteraði við einari ivasamari spæling, meðan Jógvan S. Nolsøe aftur slapp at renna leysur, men tað gjørdist ov spískt og royndin at lyfta bóltin upp um Andras Gango í KÍ-málinum miseydnaðist. 20 ára gamli framherjin spældi ein góðan dyst – hann rann seg væl leysan og var ein støðug hóttan.
Hálvleiksstøðan var uppiborið 3-0 til HB.
KÍ vildi svara aftur
Frá byrjan í seinna hálvleiki tóktist KÍ-liðið meiri tendrað og tóktist svangir eftir at vísa, at fyrri hálvleikur als ikki var nøktandi. Teir løgdu seg langt fram á vøllin í eini roynd at trýsta HB, men heldur enn at hetta gagnaði teimum, so vórðu teir revsaðir. Teir mistu bóltin í uppspælinum, og so gekk tað skjótt fyri seg. HB spældi næstan ikki ein einasta skeiva bólt henda dagin, og spælingin fram til Símun Samuelsen var eisini júst, sum hon skuldi. Hann hevði ongar trupulleikar av at renna Álv Christiansen, sum hevði tað trupult á høgra bakki hjá KÍ, av sær, og komin inn um brotsteigarmarkið langaði hann bóltin í netið til 4-0.
Tveir minuttir eftir hetta málið fekk KÍ ein hin størsta møguleikan at minka um munin, men ein púra leysur Bárður J. Heinesen hevði trupulleikar við at fáa tamarhald á bóltinum, tað tók ov langa tíð og ein HB-verjuleikari fekk beint bóltin burtur av vandaleið.
Fimm minuttir seinni lúrdi Jógvan S. Nolsøe aftur og kom at standa leysur eftir eitt verjukiks, men skotið endaði í føvninginum hjá KÍ-málverjanum.
Tá ið góðir tíggju minuttir restaðu í gjørdi HB tað til 5-0. HB hevði einaferð enn hertikið KÍ-hálvuna, og eftir eina flata avlevering sendi Christian R. Mouritsen eina perlu upp í handara málhorn úr 20 metrum.
Ein minutt eftir 5-0-málið fekk HB eitt lítið skot fyri bógvin, tá ið Fróði Benjaminsen varð rikin av vølli. Dómarin metti, at hann hevði roynt at filmað seg til eitt brotsspark, og fyri hetta fekk hann sítt seinna gula kort. HB-leikararnir vóru greidliga misnøgdir við hetta og vildu vera við, at tað var brotsspark.
Hóast KÍ hevði fleiri góðar málmøguleikar at koma á máltalvuna síðstu løtuna, so var hetta bara ikki dagurin hjá teimum, og teir máttu av vøllinum við einum eyðmýkjandi 0-5-tapi.