Heiðra »Orðabókini«

Í sambandi við at Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari í málfrøði, fyllir 75 í morgin, verður almen hátíðarløta á Læraraskúlanum



Í sambandi við at Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari í málfrøði, verður 75 ár leygardagin 20. juni, verður alment hátíðarhald í Lærararskúlahøllini, har hann fær handað heiðursrit, sum forlagið Sprotin gevur út. Í heiðursritinum Orðabókin eru savnaðar allar tær orðabókarsendingar, Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði í Útvarpi Føroya árini 1969-1993 við heitinum Orðabókin.

Fremst í heiðursritinum er ein kvøðulisti við nøvnum á teimum, sum hava ynskt at senda málfrøðinginum eina heilsan. Hesi fáa nú Orðabókina fyri serprís við áskrift. Eisini onnur hava høvi at ogna sær bókina og fáa áskrift í hana á hátíðarløtuni leygardagin.

Tað verður Anfinnur Johansen, lektari á Føroyamálsdeildini, sum fer at handa Jóhan Hendriki W. Poulsen heiðursritið. Síðani verða røður og sangur á skránni, umframt at gestirnir eisini fáa ábit og okkurt at drekka.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan 15. 



Minnisvarði

Í skrivi frá forlagnum verður víst á, at úr at kalla hvørji bygd í Føroyum vóru tað fólk, enntá fleiri, sum skrivaðu til sendingina Orðabókina øll tey árini, hon var send. Fleiri teirra eru ikki millum okkum longur, men við eini tílíkari útgávu kunnu vit reisa teimum og øllum, sum hava sent Orðabókini tilfar, ein minnisvarða.

Eyðkent fyri meginpartin av hesum heimildarfólkum er, at tey hava lítlan skúlagang, men við teirri ómetaligu vitan um dagsins viðurskifti bæði á sjógvi og landi hava tey verið við til at bjarga nógvum av tí siðsøguliga mentanararvi, ið tey numu av forfedrum sínum. Við at fáa alt hetta tilfar á prent kunnu bæði eldri og komandi ættarlið fáa lut í allari hesari vitan um mentanar- og siðsøgu okkara gjøgnum øldir, og Sprotin vil við hesi útgávu eisini heiðra Jóhan Hendrik W. Poulsen á 75 ára føðingardegi hansara. 



Skrá fyri hátíðarhaldið


• Kór við Ólavi Hátún syngur


• Jonhard Mikkelsen býður fólki vælkomnum


• Anfinnur Johansen heldur røðu og handar Jóhan Hendriki W. Poulsen heiðursritið


• Kór við Ólavi Hátún syngur


• Turið Sigurðardóttir heldur røðu


• Hanus Kamban heldur røðu


• Kór við Ólavi Hátún syngur


• Martin Næs heldur røðu


• Signar á Brúnni heldur røðu


• Felagssangur