Heiðraður av Nordiska Rådet

Ein av teim komandi døgunum gevur eitt svenskt utgávufelag út fløgu, sum inniheldur tónleik eftir Sunnleifi Rasmussen. Samstundis verður dugnaligi føroyingurin heiðraður við virðisløn frá norðurlenskum tónleikaráði

Tónleikur

Fløgan ber heitið ?Surrounded?, og inniheldur hon tónleik, sum Sunnleif hevur skrivað í árunum 1995 ? 2000. Talan er um tónleik, sum hevur tilknýti til Føroyar, og í tveimum av verkunum verða tekstir hjá rithøvundanum William Heinesen eisini nýttir.
Fimm verk eru at finna á fløguni, sum íslenska Caputensemblen hevur spælt inn.
Tónleikurin á fløguni gevur eina persónslýsing av einum dugnaligum ungum manni, sum við støði í jazztónleiki eisini fær íblástur aðrastaðnis frá.
Í verkinum ?Arktis? fyri mezzosopran, klarinett, hørpu, slagverki og cello skapar hann eitt ljóðumhvørvi, sum fangar huglagið í tí arktisku ferðini hjá Williami Heinesen, meðan ein í verkinum ?Mozaik/Miniature? kann minnast aftur á fyrstu symfoniina, sum Sunnleif hevur skrivað, eisini nevnd ?Oceanic Days?.
Tað er svenska útgávufelagið BIS, sum gevur út fløguna. Sama felag hevur áður givið út fløguna ?Cantus Borealis. Wind Music from the Faroe Islands/Reykjavik Wind Quintet? í 2000, har fleiri kendir føroyskir komponistar vóru við.
Rannvá Kunoy hevur prýtt vakra fløguhúsan, har reyði og svarti liturin troka seg framat.

Heiðraður við virðisløn
Umframt nýggju fløguútgávuna hevur Sunnleif eisini fingið tað æru at verða heiðraður við virðisløn frá norðurlenskum tónleikaráði.
Virðislønin verður latin av Nordiska Rådet, og inniber hon eina peningagávu áljóðandi 350 000 danskar krónur. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at ein komponistur frá teim sjálvstýrandi økjunum (Føroyar, Áland og Grønland) fær hesa virðisløn.
Virðislønina fær Sunnleif fyri ?Oceanic Days?, hansara fyrstu symfoni, og verður hon handað Sunnleifi tann 29. oktobur á eini hugnaløtu í Helsingfors.
Á somu hugnaløtu verður eisini 50 ára føðingardagurin hjá Nordiska Rådet hátíðarhildin.