Signheðin er 65 ára gamal og vágbingur, foreldrini vóru Elisabeth f. Olsen, ættað úr Tjørnuvík, og Niclas Olsen, vanliga nevndur Niclas í Skorti, ið var ættaður av Marknoyri í Vági.
Signheðin búði í Vági til 1972, tá hann búsettist á Tvøroyri.
Fyrsta skipið, ið hann fór við var kenda sluppin í Vági, Johanna. Tað var í 1953, teir fóru til Íslands við Jóan Jakki í Leirvík sum skipara.
Hann var nógv ár við Páll Horn sum skipara, fyrst við sluppini St. Jack og síðan við línubátinum Òla Horn, tá ið hann kom í 1960. Hetta var eitt tað størsta umskifti í sjómanslívi hansara, at skifta frá gomlu dangunum til ein spildurnýggjan línubát.
Hann hevur verið við nógvum ymiskun fiskiskipum, bæði føroyskum og norskum. Hann var m.a. við línubátinum Bláfossi og var lastamaður við Hans Eriki úr Klaksvík í frá 1977-87.
Fyrst í 90-unum fór hann við garnabátinum Anitu á Tvøroyri. Teir fingu fiskiloyvir til royndarfiskiskap eftir havtasku og svartkalva við Føroyar. Skiparar vóru Viberg Sørensen og Petur Ludvig á Tvøroyri. Hesar royndir eydnaðust sera væl, og mugu teir metast sum slóbrótarar á hesum øki.
Signheðin sigur, at hann hevur trivist sera væl sum sjómaður, men tað hevur ikki altíð verið gamansleikur, sum t.d. í 1959 tá hann var við 30-tonsaranum Víkingi av Ólavsfirði í Íslandi, og báturin fór at leka. Tá stóð um lív hjá teimum, og teir mundu gingið burtur. Eisini í 1973 tá hann var við norska garnaskipinum Vartal í Grønlandi. Teir vóru á Fyllabank, tá eldur kom í skipið, og farið var í gummibátarnar. Teir rókust á havinum í 19 tímar, tá ein týskur trolari tók teir upp. Tríggir norðmenn brendust inni umborð. Sjey føroyingar vóru við Vartal hendan túrin.
Hann heldur, at um føroyingar ikki høvdu fingið møguleikan at farið til Íslands og Grønlands at róð út ella sloppið við norskum skipum, hevði staðið illa til í mongum føroyskum heimum. Sum t.d. í 50- og 60-unum, tá norðmenn høvdu ringt við at fáa síni skip mannaði, og nógvir føroyingar gingu uttan arbeiði og inntøku.
Hann hevur eisini rósandi orð til teir undangongumenn á Tvøroyri, sum eftir búskaparkreppuna í 90-unum, tá alt steðgaði upp, stovnaðu Delta Seafood og vóru við til at fáa flakavirkini á Sandi og í Skopun í gongd aftur.
Signheðin var giftur við Eydnu, f. Hammer, av Tvøroyri, tey fingu børnini: Anniku, gift Berg, ið er matvøruverkfrøðingur og býr í Havn, og Mikkjal Olsen, ið er yvirstýrimaður og býr í Miðvági. Signheðin eigur trý barnabørn.
Í 2000 giftist Sigheðin við Monzu, f. Jacobsen, úr Hvalba. Tey búgva á Tvøroyri.