Heiðrik á Heygum gevur spennandi singul út

Evnaríki Heiðrik á Heygum hevur arbeitt leingi við sínari fyrstu solo fløgu. Í dag gevur hann singulin ?Jealous? út, meðan fløgan ?An Invisible Gun? kemur út fyrst í desember. Talan er um eina singul við 6 løgum við spennandi remixum av føroyskum tónleikarum og hetta er ivalest talan um fyrstu fløgu av sínum slag her í Føroyum. Heiðrikkur hevur fingið teir dugnaligastu elektronisku tónleikararnar í Føroyum at gera sær remix og remixini eru elektronisk og hava eitt club vinarligt brá. Umframt 5 remix av lagnum ?Jealous? er eisini eitt eykalag hjá Heiðrikki, sum kallast ?Spoild Child?.

 

Brynjolfur á Heygum er ein av teimum, ið hava eitt remix á singlini. Brynjolfur er mest kendur frá Side Effect, men nú er hann eisini farin at gera og framleiða sítt egna tilfar.

Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, sum ivaleyst eru mest kendir úr bólkinum Lama Sea, hava eisini givið sítt íkast til singulin undir heitinum ?High Hat?. ?High Hat? hava leingi arbeitt við eletroniskum tónleiki. Teir hava saman við Heiðrikki framleitt komandi fløguna hjá Heiðrikki.

Jens L.Thomsen og Ólavur Jákupsson, ið kalla seg ?Com-Data?, hava eisini roynt sínar dygdir á singlini. Jens og Ólavur eru báðir tónleikalesandi í London. Teir eru mest kendir frá rokkbólkum sum Gestir og Clickhaze.

Harumframt hevur Heiðrikkur fingið fatur á DJ Dan Jones úr London, sum ber navnið ?Formless?. Hesin spælir á teimum mest gitnu dansistøðunum í London umframt á ymsum festivalum í Onglandi.