Seinastu árini hava sonevndu Guliganz fylgt við alla staðni, har NSÍ hevur ferðast. Eisini hava hesir fjeppararnir hjá NSÍ havt eina heimasíðu, men hendan er nú komin á netið í spildurnýggjari útgávu.
Umframt tíðindi, myndir, hugrák, upplýsingar um Guliganz og annað kunnandi tilfar, bjóðar nýggja Guliganz-heimasíðan eisini teimum vitjandi at kjakast. Treytin er tó, at tú melda teg til, men annars er orðið í síni breiðastu merking frítt, so leingi fólk duga sær hógv. Og so ber sjálvandi eisini til hjá áhugaðum at tekna seg sum lim hjá guliganz.
Slóðin til nýggju heimasíðuna er www.guliganz.fo.