Heimasíða um flúgvimat

Heimasíður verða gjørdar um tey mest løgnu evni. Ein heimasíða er bara um flúgvimat. Ferðafólk úr øllum heiminum hava sent myndir inn og skrivað, hvussu teimum dámdu matin. Og jú, Atlantic er eisini við.

Í løtuni eru 16.769 myndir inni á www.airlinemeals.net, og talið økist alla tíðina. Flogfeløg sum Xiamen Airlines, Uzbekistan Airways, Kulula, SAS, American Airlines, Druk Air og okkara egna Atlantsflog eru nøkur av teimum 521 flogfeløgunum, sum eru umboðað á heimasíðuni.
Litmyndir eru av mati og drykkivørum, ið verða bodnar umborð. Eisini verður skrivað, hvar flogið var ímillum, hvussu nógv ferðaseðilin kostaði, hvussu leingi ferðin vardi, og so verður ummæli frá 1 til 10 sett á, hvussu maturin og tænastustøðið var umborð.
Summi flogfeløg hava sent myndir og ummæli inn um, og onnur er tað bara ein persónur, sum hevur skrivað um.
Flogfeløg sum ikki hava so gott orð á sær, sum til dømis Aeroflot, hava ikki so vánaligan mat, sum ein hevði trúð, nógv hava givið teimum bæði 7, 8 og 9 í karakteri.
Flogfeløgini vit kenna best her í Føroyum Maersk Air og Iceland Air fáa blandað ummæli. Ein skrivar, at lasagnan hjá Iceland Air var »vemmilig« og ræður øllum, sum skulu flúgva við Iceland Air at eta áðrenn tey fara umborð. Maersk Air fær hampulig umdømi, onkur heldur, at tað var í so lítið av mati.
Atlantic Airways hevur bara eitt ummæli á síðuni. Men tað er ein sera vælnøgdur maður, sum ferðaðist til Føroya í 2004. Hann skrivar »øgiliga høgt tænastustøði, nógv betri enn onnur flogfeløg sum flúgva so stuttar túrar«. Hann gav Atlantsflog 8 í karakteri.